Fer at kava hvønn dag hesa vikuna

Eitt kált rák við vátaslettingi og kavaælum av norðri liggur yvir Føroyum, men í dag fer eitt lítið lágtrýst framvið av vestri. Síðani leggur kalda rákið av norðri seg aftur yvir okkum, við kavaælum.

 

Veðrið í dag

Gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s, seinnapartin stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norðri og landnyrðingi, 10 til 15 m/s. Í nátt gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s. Yvrihøvur skýggjað og kavaæl. Hitin um dagin úr frostmarkinum upp í 3 hitastig, um náttina millum 5 kuldastig og 2 hitastig.

 

Í morgin

Gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s, um náttina eitt lítið lot, undir 5 m/s. Samdrigið og okkurt kavaæl. Hitin um dagin úr frostmarkinum upp í 3 hitastig, um náttina millum 5 kuldastig og 1 hitastig.

 

Hósdagin

Lot til andøvsgul av ymsum ættum, 2 til 7 m/s, seinnapartin gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi, 5 til 10 m/s. Sólglottar, men okkurt kavaæl, um náttina skýggjað og kavi. Hitin millum 2 kuldastig og 3 hitastig.

 

Fríggjadagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norðri, 10 til 15 m/s. Skýggjað og kavi ella vátaslettingur. Hitin alt samdøgrið millum 1 kuldastig og 4 hitastig.

 

Leygardagin

Gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s, sum fer í ein eystan og minkar í lot til andøvsgul, 3 til 8 m/s. Samdrigið og fyrrapartin okkurt kavaæl, men seinnapartin klárar í. Hitin alt samdøgrið um frostmarkið, men um náttina niður í 5 kuldastig í støðum.

 

Sunnudagin

Lot til andøvsgul, 3 til 8 m/s, sum frá líður av suðri og landsynningi. Sólglottar og turt, men um náttina skýggjað og regn ella vátaslettingur í støðum. Hitin alt samdøgrið millum 2 og 5 stig.