Fer at kanna úttalilsi hjá Heina O. Heinesen

? Ætlar hann at føra politikk í landsstýrismálanevndini, hevur hann misskilt uppgávuna og so hava vit ein stóran trupulleika, sigur Jákup Mikkelsen

Politisk umsiting

? Ætlar formaðurin í landsstýrismálanevndini sær at gera mismun á landsstýrismonnunum, hevur hann grundleggjandi misskilt sína uppgávu.
Jákup Mikkelsen, limur í landsstýrismálanevndini, heldur Heini O. Heinesen, sum er formaður í nevndini, kann hava sett trúvirðið hansara í vanda.
Uppgávan hjá landsstýrismálanevndini er m.a at halda eyga við umsitingini hjá landsstýrisfólkunum, so at alt fer rætt fram.
Men í Sosialinum hósdagin segði Heini O. Heinesen, sum er nývaldur formaður í nevndini, at hann ætlaði at ansa serliga væl eftir Jørgin Niclasen, fiskimálaráðharra og hansara umsiting av fiskimálaráðnum.
Heini O. Heinesen hevur frætt, at ymiskt er í umbúna á fiskivinnuøkinum, sum er í stríð við lógina og tí ávaraði hann frammanundan Jørgin Niclasen ímóti at fyritaka sær nakað ólóligt, tí so fór tað at verða tikið upp í landsstýrismálanevnmdini alt fyri eitt.

Stórur trupulleiki
Hetta er fallið einum øðrum limi í landsstýrismálanevndini, Jákupi Mikkelsen, fyri bróstið.
Hann sigur, at tað hevur alstóran týdning fyri Landsstýrismálanevndina, at hon er fullkomiliga óheft av politikki.
?Landsstýrismálanevndin skal ikki brúkast til at føra politikk við. Tað er uppgáva hennara alt ov álvarsom til og tað er ógvuliga umráðandi, at ein slík nevnd ikki verður brúkt til at føra politikk í.
?Tað, sum Heini O, Heinesen sigur kann tískil hava sett trúvirðið hjá nevndini í vanda og tað er ein álvarsligur trupulleiki, sigur Jákup Mikkelsen.
Jákup Mikkelsen er staddur uttanlands í løtuni, men tá ið hann er heimafturkomin, fer hann at kanna málið og so tekur hann støðu útfrá tí. Kanska fer hann at taka málið upp í landsstýrismálanevndini, tað fer hann at hugsa um, tá ið hann er komin heim og hevur sett seg betri inn í tað.
? Tað er greitt, at tá ið eg komi heimaftur, fari eg at taka málið upp at vita, hvat liggur aftanfyri. Útfrá tí taki eg so støðu til málið víðari.
?Hevur formaðurin í nevndini frammanundan gjørt av at hava eitt serliga vakið eyga við tí eina landsstýrismanninum, hevur hann grundleggjandi misskilt sína uppgávu og so hava vit ein stóran trupulleiki.
Jákup Mikkelsen sigur, at tað er uppgávan hjá landsstýrismálanevndini at halda eyga við øllum landsstýrismonnunum og tað ber ikki til at pilka ein einstakan burturúr og kunngera, at nevndin fer at halda serliga væl eyga við honum.
?Við sínum 18 árum á baki sum løgtingsmaður, er Heini O. Heinesen aldursforseti í Føroya Løgtingi, so hann átti at vita betri, hann afturat.
Tað eydnaðist ikki at fáa fatur á triðja nevndarliminum í Landsstýrismálanevndini, Kaj Leo Johannesen, áðrenn blaðið fór til prentingar