- Høvdu vit vitað hetta, høvdu vit aldrin gingið við til hendan sáttmálan.
Í dag viðgongur Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, at hon angrar, at í fjør vár gingu við til at skriva ein nýggjan trý ára sáttmála við arbeiðsgevararnar, sum ikki kann sigast upp fyrrenn 30. apríl 2010.
Hon sipar til tær stóru príshækkingarnar, sum hava verið í seinastuni og sum vit umrøða aðrastaðni í blaðnum.
- Men sum ikki einaferð, vildu vit vísa samfelagssinni við at tryggja frið á arbeiðsmarknaðinum í heili trý ár. Men í dag mugu vit tíverri staðfesta, at vit hava fingið tað afturlønt í gráum kálvsskinni.
- Lønarhækkingarnar eru langt síðani upp etnar av príshækkingunum og sum útlitini eru fyri framtíðina, eru enn fleiri hækkingar í væntu, sigur Ingeborg Vinther.
- Sostatt er grundarlagið fullkomiliga máað undan sáttmálanum, sum varð gjørdur í fjør.
Hinvegin ásannar Ingeborg Vinther, at borðið fangar og sostatt er tað onki, sum arbeiðarafeløgini kunnu gera við støðuna.
Men hon staðfestir eisini, at tað er púra greitt, at arbeiðarafeløgini fara ikki aftur at gera ein sáttmála, uttan at fáa eina áseting um, at tað skal bera til at samráðast um lønirnar í sáttmálaskeiðnum um so er at fortreytirnar í samfelagnum broytast munandi.
Hevnir seg aftur
Ingeborg Vinther sigur, at enn ber illa til at siga, hvussu gongdin fer at ávirka næstu sáttmálasamráðingarnar í 2010.
Men hon sigur, at tað er onki at ivast í, at arbeiðarafeløgini fara at royna at byrgja upp fyri, at vit fáa tað innaftur, sum vit hava mist í keypiorku.
- Tá ið næstu samráðingar verða, fara vit at gera nágreiniligar metingar av, hvussu nógv, keypiorkan er minkað og tað fara vit at krevja at fáa innaftur, staðfestir Ingeborg Vinther.