Fer at geva dønum svar um radaran í vikuni

Landsstýrismaðurin hevur ráðført seg við Uttanlandsnevndina í løgtinginum

Fyrrapartin hevur Uttanlandsnevndin í løgtinginum fundast um radaran, sum danir ætla at seta upp í Føroyum. Landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Jenis av Rana, hevur verið til staðar og ráðført seg, og fundurin gekk sambært honum væl.

Jenis av Rana roknar við at fáa svar frá Uttanlandsnevndini í dag ella í morgin, og hann vónar tí at geva dønum svar um radaran longu fríggjadagin.

– Vit eru komin til punktið, har vit skulu svara dønum. Eg vænti at svara dønum áðrenn páskavikan byrjar. Tað vil siga, at tað verður í hesi vikuni, segði Jenis av Rana í tíðindunum á FM1 í áðni.

Í núverandi løtu dugir hann ikki at siga, um hann roknar við, at danir fara at fáa játtandi svar um radaran. 

– Svarið verður sjálvandi merkt av, hvat Uttanlandsnevndin svarar okkum, sigur landsstýrismaðurin og legði aftrat, at tað væl kann henda seg, at okkurt má broytast, aftaná svarið frá Uttanlandsnevndini.

Radarin skal brúkast til at hava eftirlit við fremmandum flogførum, og tað er eftir ynski frá USA, sum serliga sær russar sum avbjóðingar í Arktis.

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna, sum Árni Gregersen gjørdi við Jenis av Rana í tíðindunum á FM1 klokkan 12.