Hetta fer at gera gerandisdagin hjá fólki lættari. Tað sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.
Nú fer hon at leggja uppskot fyri Løgtingið um at hvør einasti føroyingur skal fáa sín egna, talgilda samleika. Hesin talgildi samleikin er ein partur av heildarætlanini um eina talgildar Føroyar, og gongur sum ætlað fáa allir føroyingur, og allar føroyskar fyritøkur, fsín egna talgildan samleika í fyrra hálvár næsta ár
Nýggi talgildi samleikin fer at gera tað skjótari og einfaldari hjá borgarum at avgreiða síni viðurskifti talgilt, sigur Kristina Háfoss í tilfarinum, sum liggur við uppskotinum.
– Í dag er neyðugt at halda skil á einari langari røð av loyniorðum, og tí noyðast borgarar at geva somu upplýsingar til fleiri ymiskar almennar myndugleikar. Við talgilda samleikanum fær hvør einstakur borgari eitt talgilt brúkaranavn og loyniorð, ið kann nýtast til allar skipanir, bæði netbankan, taks, Sev, og annað, har loyniorð krevst. Tað fer eisini at kunna brúkast til at undirskriva løgfrøðilg skjøl og bindandi avtalur.
– Umframt at gera tað skjótari og einfaldari hjá hvørjum einstøkum at halda skil á, og at avgreiða, síni viðurskifti, fer hetta eisini at tryggja, at upplýsingarnar verða bæði rættari og tryggari, sigur landsstýriskvinnan.