Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum, ætlar nú at fáa í lag eina byggilóg, sum setir krøv til húsabyggingar. Hon ætlar at seta krøv um bjálving og annað í samband við húsabygging.
Tað er fremst av øllum í samband við føroyska veðurlagspolitikkin, og ætlanina at minkað útlátið av vakstrarhúsgassi. Við at seta krøv um bjálving og annað ber til at minka um útlátið og soleiðis røkka málinum at minka um útlátið við 20 prosentum frá 2005 til 2020.
Tað er ikki endiliga staðfest, hvussu uppskotið, sum Annika Olsen fer at bera í tingið, fer at síggja út, men talan er í øllum førum um krøv í samband við húsabygging.