Fer at framleiða pappírsvørur

- Vit hava keypt maskinur, sum eru settar upp á virkinum og fara nú eisini at framleiða wc-pappír, køkspappír og pappírshandklæði, sigur Jógvan Óli á Fríðriksmørk, sum er annar stjórin á P/F Stranda Máling

P/F Stranda Máling vil nú hava fleiri bein at standa á. Tá ið summarið fer at nærkast, fer virkið so smátt undir at framleiða wc-pappír, køkspappír og seinni eisini pappírshandklæði.
- Vit hava ikki tikið hetta stigið, tí virkið er illa fyri fíggjarliga - ella tí, at vit hava ásannað, at tíðin við føroyskari máling er farin. Vit hava góð hølir, sum eru tøk, og vit hava avlopstíð, og tí halda vit, at hetta er ein góður møguleiki til tess at fáa virkinum fleiri bein at standa á, sigur Jógvan Óli á Fríðriksmørk, sum saman við Eivindi Jacobsen, eru høvuðsmenninir aftanfyri P/F Stranda Máling.
Felagið hevur keypt maskinurnar til framleiðslu av wc-pappíri og køkspappíri, sum upprunaliga stóðu á Viðareiði. Hesar eru keyptar fyri tveimum mánaðum síðan og eru síðan settar upp í bygninginum hjá P/F Stranda Máling.

Praktiskir trupulleikar

- Vit hava keypt maskinurnar frá Blika í Havn, sum hevur átt tær seinastu árini. Eg haldi, at framleiðslan hjá Blika steðgaði um ta tíðina, verkfallið var á arbeiðsmarknaðinum fyri tveimum árum síðan. Nakað av vørulagri hevur verið á goymslu, sum er selt síðan, men eg haldi ikki, at nøkur serlig framleiðsla hevur verið av pappírsvørunum seinastu tvey árini.
Jógvan Óli vísir á, at tað serliga vóru praktiskir trupulleikar sum gjørdu, at Blika gavst við framleiðsluni av pappírsvørum.
- Sum eg havi skilt, var virksemið hjá Blika ikki í egnum hølum, og somuleiðis noyddust tey at flyta fólk ímillum. Annars gekk framleiðslan hjá felagnum væl, sigur hann.
Stjórin sigur, at talan er um tríggjar høvuðseindir av maskinum, sum nú eru settar upp í hølunum hjá P/F Stranda Máling.
- Eg haldi, at hetta eru góðar maskinur, hóast tær ikki eru nýggjar. Hetta eru maskinur sum bara koyra. Tær kunn samanberast við eina gamla Harley Davidson, sum hann tekur til.
Jógvan Óli sigur, at slíkar maskinur eru dýrar at keypa í dag, men í hesum førinum er íløgan ikki so stór, tí maskinurnar eru keyptar bíliga.

Bein at standa á

- Vit høvdu hølini tøk, sum vit kundu hugsað okkum at brúkt betur ? og vit hava avlopstíð, nú sjálvt málingavirkið er so nógv automatiserað. Somuleiðis kundu vit hugsað okkum at havt fleiri bein at standa á. Tí hava vit avgjørt eisini at fara undir framleiðslu av pappírsvørum.
Hann sigur, at ætlanin er at fara varliga í gongd.
- Vit fara at byrja spakuliga í summar, soleiðis at vit kunnu læra maskinurnar og útbúnaðin annars at kenna ? og tá ið heystið kemur, er ætlanin at seta meira ferð á. Síðan vænta vit, at framleiðslan fer at koyra, sum hann tekur til.
Jógvan Óli sigur, at teir eru sera spentir upp á nýggju framleiðsluna.
- Tað er soleiðis, at maskinan, sum kemur at framleiða pappírshandklæði, væntandi kemur í gongd nakað seinni enn hinar. Hetta er ein nýggjari og meira sjálvvirkandi maskina, sum eisini var við í keypinum.
Hann vísir á, at talan verður um tilsamans fleiri dygdir av pappírsvørum sum er neyðugt fyri at nøkta eftirspurningin.
- Væntandi er, at summi av sløgunum fara at geva lítlan vinning og onnur meira, men samanumtikið vænta vit, at henda framleiðsla fer at geva eitt íkast til virkið, sigur Jógvan Óli á Fríðriksmørk at enda.