Fer at broyta lønirnar hjá landsstýrisfólkum

Løgmaður boðaði í ó­lav­søku­røð­u­ni frá, at løn­ar­við­ur­skift­ini hjá landsstýrisfólkum verða broytt.

– Tað hevur verið funnist at løn­ar­við­ur­skiftunum hjá landsstýrisfólkum. Eg haldi, at skipaninin skal broytast. Í løtuni end­ur­skoð­ar ein ó­heft nevnd við­ur­skift­ini, og ætl­an­­in er at leggja uppskot til nýggja reglur fyri løgtingið í hesi tingsetuni, segði løg­mað­ur.

Tá løgmaður sipar til, at funn­ist hev­ur ver­ið at løn­ar­við­ur­skiftu­num, so meinar helst við tað mikla kjak, sum hevur verið serliga um skatta­fríu koyripengarnar – upp til góð­ar 13.500 krónur skatta­frítt um mán­aðin, og ser­liga stóru pen­sjón­ina, sum lands­stýr­is­fólk kunnu upp­tjena sær eftir einans átta árum, meðan vanlig fólk skulu nýta út við 40 ár fyri upp­tjena sær tilsvarandi pen­sjón.

Í síðstu tingsetu feldi lands­stýr­is­sam­gong­an eitt upp­skot frá Rig­mor Dam um at taka av ski­p­an­ina við koyri­pengum. Men nú hev­ur løg­maður so lovað, at við­ur­skift­ini verða broytt fyri næstu ólavsøku.