Fer at brúka troyggjuna á fastalávint

Lagnunnar speisemi: Ein av ídnastu B36-arunum vann eina HB-troyggju.

HB hevur júst havt eina kapping á sosiala miðlinum, instagram, har vinningurin var ein HB-troyggja. Vinnarin er nú funnin, og tað bleiv eingin onnur enn ein av ídnastu B36-fjepparunum, Lissi Mouritsen.


Fyri at vera við í kappingini skuldi ein fylgja HB á instagram.


- Eg eri havnafólk við stórum H og B36-ari av fullum hjarta, so at fylgja HB fall mær bara natúrligt av tí at vit eru grannar, greiðir Lissi frá, sum gjørdist bilsin, tá ið hon í dag fekk boðini um, at hon hevði vunnið troyggjuna.


- Eg sá, at HB hevði frámerkt meg í einum uppslagi, og tá hugsi eg okey? Tá eg so lesi hvat tað var, tá mundi eg skrædnað, sigur Lissi.


Lissi Mouritsen er av ídnastu B36-fjepparum, og fyri trimum árum síðani varð hon kosin ársins B36-fjeppari, men hon væntar, at onkur verður glaður fyri at síggja hana í HB-troyggjuni.


- Sonur okkara, Tróndur, er fimm ár - hann hevur eitt hjarta fyri HB, men spælir við U6 hjá B36. Hann skilir tað ikki heilt enn, skemtar Lissi.


- Hann eigur eina HB-blusu við 22-talinum, sum er hansara stóra fyrimynd (Teit Jacobsen, red.). Hann tosar ofta um HB, og eg skal heilsa og siga, at tað hevur hann ikki frá mammuni. Men eg veit, at hann verður ræðuliga glaður, tá ið mamman fer at vísa honum sín stuðul í síni nýggju blus, sigur hon.


Lissi Mouritsen sigur í fyrstu syftu, at hon ikki ætlar sær at brúka HB-troyggjuna, men hon fær síðani eitt hugskot ella bæði tvey.


- Okey, kanska tá ið eg skal sláa gras í summar. Ella til fastalávint, sigur Lissi og leggur at enda afturat:


- Blusin fer inn í kamarið hjá soninum at hanga, tí so verður hann so troyttur av henni sum tíðin gongur og fær eitt hjarta sum bara er hvítt og svart.