Fer at banna einum slagi av rakettum á nýggjárinum

Tað er serliga eitt slag av fýrverki, sum er serliga vandamikið, og tað verður nú bannað

Nýggjárið, sum akkurát er farið, var kanska seinastu ferð, at vit sóu allan himmalin upplýstan av neyðrakettum. Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, ætlar nevnliga at seta bann fyri at brúka neyðrakettir.

Sum vit skrivaðu í áðni, hevur Ingilín Didriksen Strøm, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, spurt landsstýrismannin um nøkur ætlan er um at herða reglurnar um fýrverk.

https://www.in.fo/news-detail/news/skal-vera-forbodid-skjota-fyrverk-i-fleiri-dagar/?no_cache=1LES EISINI: Skal verða forboðið at skjóta fýrverk í fleiri dagar

Sum vit eisini skrivaðu, hevur landsstýrismaðurin ætlanir um tað. Men hann leggur afturat, at neyðrakettir, sum verða brúktar sum fýrverk, eru ein tann størsti vandin á nýggjárinum.

LES EISINI: Eiga at sleppa at skjóta fýrverk í nakrar dagar inn í tað nýggja árið 

Helgi Abrahamsen sigur, at neyðrakettir eru als ikki er ætlaðar at verða brúktar sum fýrverk, tí tær eru einans ætlaðar til at boða frá neyðstøðum á sjónum. Og hann ásannar, at verða neyðrakettir skotnar sum fýrverk, er serliga stórur vandi fyri eldsbruna og álvarsomum óhappum.

Hann sigur, at hann hevur heimild til at gera nágreiniligar reglur á økinum og tað ætlar hann sær at gera. Í hesum sambandi ætlar hann sær at seta beinleiðis bann fyri at brúka neyðrakettir til annað endamál enn tað, sum tær eru ætlaðar til.

Og tað ætlar hann at gera við at seta greiðar reglur í gildið um innflutning og sølu av neyðrakettum. Men hann ætlar eisini at seta eina pantiskipan í gildið, soleiðis, at tann, sum keypir neyðrakettir, eisini skal rinda pant fyri tær. Og tað pantið fær keyparin so aftur, tá ið hann letur óbrúktar neyðrakettir inn aftur - ella tað kann prógvast, at tær er brúktar til tað rætta endamálið.

Tað er ein pantskipan, sum vit annars kenna frá fløskum, har tómar fløskur kunnu verða seldar í handlunum. Men ætlanin er eisini at geva teimum, sum brúka neyðrakettir til annað endamál enn at boða frá vandastøðum, bót fyri tað.