Í síðstu viku var freistin úti at søkja stjórastarvið á Ferðaráð Føroya og longu nú er stýrið væl á veg, at viðgera tær umsóknirnar hon hevur valt at arbeiða víðari við.
Formaðurin í stýrinum fyri Ferðaráð Føroya, Petur Olivar í Hoyvík, sigur við Sosialin, at hann væntar at stýrið verður liðugt við viðgerðina fyrst í næstu viku og at innstillingin frá stýrinum fer at vera greið tá.
Fjúrtan umsóknir komu til stjórastarvið, og tað er stýrisformaðurin væl nøgdur við.
? Tað vísir at tað er stórur áhugi at gerast stjóri í føroysku ferðavinnuni, sigur hann.
Trettan umsóknir vóru frá føroyingum, meðan ein var frá útlendingi.