Ferðast við Mjølni ókeypis

Á nordlysid.fo stendur at lesa, at Mjølnir skipar fyri ókeypis busstúri til Havnar í samband við mansfinaluna

Koyrt verður frá sandinum kl.12.30 og norður aftur beint eftir mansfinaluna. Kvinnufinalan byrjar klokkan 13.30 og mansfinalan stutt aftaná, á leið klokkan 15.00. Tey sum eru áhugaði í at fara suður við bussinum, skulu siga frá á tlf 223463 (Eyðbjørn) ella 228777 (Tina) aðrenn kl. 21.00 fríggjakvøldið.