Ferðast við fólki til heimsins botn

Hesi síðstu árini hevur Klaus Kiesewetter ferðast í eini heilt aðrari verð, har tey villu dýrini ikki ræðast fólk og har minnisvarðar um menniskjans ágang ímóti natúruni enn eru sjónligir

Ferðafrásøgn

?Hetta er ein heilt onnur verð. Men tann, sum vil sleppa at uppliva hana, skal ikki vera fátækur.
Síðani Klaus Kiesewetter flutti úr Føroyum fyri trimum árum síðani, hevur hann ferðast í eini heilt aðrari verð, sum tað bert er teimum heilt fáu beskorið at uppliva.
Hann siglir við ferðamannaskipum, sum gera útferðir til heimsins botn, Antarktisk.
Týski Klaus Kiesewetter hevur búð í Føroyum í næstan 20 ár og hóast hann nú er fluttur, hevur hann ikki kappað alt samband við oyggjarnar, tí hann og konan hava enn húsini, tey áttu á Skálafjørðinum og einaferð ætla tey aftur til Føroyar at búgva.
Men tað verður ikki enn, tí í løtuni hevur Klaus heilt onnur jørn í eldinum.
Hann sigur, at arbeiðið, hann nú hevur, letur heilt aðrar dyr upp til ein heim, sum fá sleppa at síggja.
Í løtuni er hann í Føroyum og roynir at geva føroyingum innlit í hendan sermerkta heimin. Tað ger hann bæði við fyrilestrum og við myndum frá teimum upplivilsum, hann hevur havt.
Hóskvøldið hevði hann fyrilestur í Stóra Pakkhúsi í Vági, har hann við orðum og myndum greiddi frá tí stóru ísverðini fyri sunnan.
Leygardagin hevur hann fyrilestur í Norðurlandahúsinum í Havn. Sama dag letur eisini ein myndaframsýning upp við myndum frá ferðum hansara, framsýningin hongur uppi í ein mánað.

Ferðir fyri ríkfólk
Klaus Kiesewetter hevur serliga siglt við teimum skipum, Bremen og Hansiatic, ið bæði eisini hava verið í Føroyum.
Umborð er arbeiðið hansara at halda søguligar fyrilestrar fyri ferðafólki um um Antarktisk og tey støð, har skipið leggur at á ferðunum.
Ferðirnar vara vanliga ímillum 17-25 dagar og men tær kosta minst 70.000 krónur, umframt ferðina til yvir til Suðurargentina, har sjálv sjóferðin yvir um hav byrjar.
? So tað er ikki vanlig fólk, vit ferðast við. Tað eru ríkfólk úr USA, Evropa og úr Asia, mest Japan, sum eru á hesum ferðunum, sigur Klaus.
? Men hetta eru fólk, sum hava sæð tað mesta av heiminum og eru sinnað at betala, tað sum tað kostar at síggja ein blett av jørðini, sum ógvuliga fá hava sæð áður.
Ferðin, suður til Antarktisk varar vanliga hálvtannað til tvey samdøgur og er mangan baldrut, tí hetta er ein leið har látrýst eftir látrýst ofta føra nógvan vind og sjaskveður við sær. Men komin suðurum, er veðrið gott.
Hann sigur, at á ferðini verður lagt at ymsastaðni, eitt nú á gomlum hvalastøðum og øðrum søguligum støðum.
?Hetta er ein heilt onnur verð, enn tað, vit eru von við. Djóralívið er sera fjølbroytt og ógvuliga sermerkt við tað, at dýrini ræðast ikki fólk.
?Tvørturímóti eru dýrini rættiliga forvitin. Ístaðin fyri at renna undan, plaga pingvinirnir at gøgast upp á fólk, nippa í buksubrøkurnar og bíta í lissurnar í skónum fyri at vita, hvat hetta er fyri eitt slag, sum er komið framvið.
? Tað ýðjur eisini í kópum, men teir tíma ikki at hyggja upp, hóast fólk koma teimum so nær um eina armslongd.
Hann sigur, at hetta kemst av, at dýrini ongar natúrligar fíggindar hava og tí hava tey onki at vera bangin fyri.
Fyrilesturin í Norðurlandahúsinum leygardagin, verður tann einasti, sum Klaus Kiesewetter hevur í Føroyum á hesum sinni.
Í einum seinni blað fara vit at hava samrøðu við Klaus Kiesewetter um ferðir hansara til heimsins botn.,