Ferðast í Summar Svøríki

Vanliga gongur leiðin hjá føroyingum til Danmarkar, Noregs ella Íslands. Men hvat við at vitja vakra stórabeiggjan Svøríki? Har er bæði bíligt og lætt at ferðast, og nógv áhugavert at síggja og uppliva

Svøríki er ikki bara eitt avbera vakurt land, tað er eisini sera langt. Tí ber sjálvsagt ikki til at lýsa

allar ferðamøguleikar her á tveimum blaðsíðum. Flestu ferðandi velja at ferðast í Suðursvøríki, har veðrið ofta er gott, umframt, at tað er lætt at koma til, bæði úr bæði Danmark og Noregi.

 

Níggju miljónir

Tað búgva umleið níggju milliónir fólk í Svøríki. Størsti parturin býr í teimum trimum størstu býunum: Stockholm, Gøteborg og Malmø, sum allir liggja í Suðursvøríki. Av hesum kenna føroyingar helst best Malmø, nú Oyrasundsbrúgvin ger tað so ómakaleyst at ferðast millum Danmark og Svøríki.

Nógvir føroyskir fiskimenn kenna helst eisini Gøteborg, tí her liggur størsti fiskamarknaðurin í Svøríki, og eisini leggja nógv skip at har hvønn dag.

Høvuðsstaðurin Stockholm liggur eitt sindur norðanfyri, og um ein ikki hevur vitjað størsta býin í Norðurlondum enn, so er hetta eitt upplagt høvi.

Stockholm er bygdur á oyggjar, og býurin verður marknaðarførdur sum “Nordens Venedig”. Hetta er eisini ein rættiliga góð lýsing, eftirsum vatn er at síggja allastaðni í býnum. Í Stockholm búgva umleið tvær milliónir fólk, og starvast flestu teirra innan handil og tænastu.

Eftirsum Stockholm er høvuðs-staðurin í Svøríki, eru nógv áhugaverd slott og søvn at finna har. Kongurin Carl Gustav og drottningin Silvia búgva beint uttanfyri býin, og ert tú heppin ber til at síggja kongin renna morguntúr í skógunum kring Drottningholm, har tey búgva.

 

Keypa, keypa, keypa

Nógvum føroyingum dámar sera væl at keypa okkurt lekkurt heim við, tá teir eru uttanlands. Her eru ofta øðrvísi ting og klæði at fáa, og eisini er tað bíligari. Í so máta er Svøríki onki undantak. Svenska krónan er umleið 20 prosent lægri enn tann danska, og ger hetta Svøríki til eitt sera bíligt land at liva í fyri føroyingar. Svensk eyðkenni, so sum IKEA og H&M, kenna fólk óivað longu, men hartil er nógv annað gott at finna á leiðini gjøgnum Svøríki.

 

Barnavinarligt

Fyri familjuna er Svøríki eisini eitt gott land. Børn eru vælkomin allastaðni, og nógv er at vitja fyri barnafamiljuna. Serliga í ár, har høgt elskaði rithøvundin Astrid Lindgren hevði verið 100 ár, um hon livdi. Hetta verður hátíðarhildið nógvastaðni. Eitt nú í føðibýi hennara Vimmerby, ið allur sum hann er, er bygdur yvir kendu søgur hennara um Emil, Pippi Smokkulegg og Ronju Ránsmansdóttir.

 

Lætt at ferðast

Tað er lætt at koma runt í Svøríki. Vegirnir eru góðir, og gistingarhús liggja framvið teimum stóru motor-vegunum. Hægst loyvda ferðin er 110 km/t.

Tað er bíligt at ferðast við toki, um ferðaseðilin verður bílagdur í góðari tíð.

Tey, sum heldur vilja flúgva, kunnu velja millum SAS, sum sjálvandi er størst, og lágprísfeløg sum Fly Nordic og Sterling. Ein ferðaseðil aftur og fram millum Keypmannahavn og Stockholm kostar umleið 1000 krónur.

 

Góðir bústaðarmøguleikar

Campingpláss eru at finna nógva staðni, ella hvussu hevði verið við einari smáttu? Sjálvandi eru eisini nógv hotell og gistingarhús, har prísurin er úr 500 krónum og uppeftir. Tær størstu hotellketurnar eru Scandic, Choice og Rezidor SAS.

 

Kjøtbollar og spagetti

Maturin í Svøríki er ikki ólíkur honum, sum vit eru von við. Kjøtbollar, spagetti við kjøtsós og fisk og epli eru ofta á matskránni. Nógvu innflytararnir hava eisini gjørt sítt til, at maturin er vorðin meira fjøltáttaður. Pizza, kebab, teilendskt, og tað nýggjasta: libanesiskt, eru at finna nógvastaðni.

 

Astrid Lindgrens Värld

Vimmerby

Ein heilur býur, ið er bygdur kring bøkurnar hjá Astrid Lindgren. Høvi er at hitta Emil, Pippi og øll hini úr bókunum.

Kostnaður: Vaksin 140 krónur og børn 3-12 ár 110 krónur

Heimasíða: www.alv.se

 

Skara sommarland

Skara

Stórt tivoli og vatnland, har til ber at leiga smáttu og at búgva í campingvogni.

Kostnaður: Børn undir ein metur sleppa ókeypis inn, meðan onnur rinda 150 krónur.

Heimasíða: www.sommarland.se

 

TIVOLI

Gøteborg

Størsta tivoli í Svøríki. Hevur millum annað kenda rusjubanan, Balder.

Kostnaður: Fyri vaksin og børn yvir 7 ár 45 krónur at koma inn.

Heimasíða: www.liseberg.se

 

SHOPPING

Ullared

Gekås er sera, sera bílig sølumiðstøð, ið hevur ALT ein kann hugsa sær fyri ein góðan prís. Verið skjót avstað á morgni, tí har eru langar røðir at sleppa inn.

Kostnaður: Ókeypis inngongd, men sum í øllum øðrum sølumiðstøðum, ert tú neyvan ríkari, tá tú fert út aftur.

Heimasíða: www.ullared.se

 

Vasa museet

Stockholm

Sera kent og áhugavert forngripasavn við gamla skipinum Vasa, ið sakk á fyrstu ferð síni uttan fyri Stockholm.

Kostnaður: Fyri vaksin 65 krónur og børn upp til 17 ár ókeypis.

Heimasíða: www.vasamuseet.se

 

DJÓRAGARÐUR

Norrkøping

Stórur djóragarður við fílum, leyvum, apum og nógvum øðrum spennandi djórum. Einasta delfinarium í Norðurlondum.

Kostnaður: Vaksin 200 krónur og børn millum 3-15 ár 100 krónur.

Heimasíða: www.kolmarden.com

 

Glasriket

Småland - eitt stórt øki í Suðursvøríki

Størri og smærri fyritøkur, ið gera vøkur ting úr glasi. Ofta er tað bíligari at keypa beinleiðis frá teimum, sum gera tað sjálv, enn í handlum aðrastaðni.

Kostnaður: Kostar einki at hyggja, men sjálvandi at keypa.

Heimasíða: www.glasriket.se