##med2##
Á enskum verða teir nevndir "Groundhoppers", fótbóltsferðamenn sum ferðast kring heimin fyri at síggja ligafótbólt í so nógvum londum og á so nógvum leikvøllum sum til ber.
Matthias Schauberger, Steffen Rieger, Dominic Oestreich og Daniel Oestreich eru komnir úr Týsklandi fyri at síggja tríggjar dystir í føroysku Betrideildini hetta vikuskiftið.
Í kvøld eru teir staddir undir Mýruhjalla á Skála til dystin millum Skála og KÍ. Í samrøðu við FM1 siga teir, at teir halda allir við Skála í kvøld. Teir fegnast um at verða í Føroyum, og teir ætla eisini at uppliva Havnina, og teir halda, at tað er sera vakurt í Føroyum.
Matthias Schauberger, Steffen Rieger, Dominic Oestreich og Daniel Oestreich hava sæð fótbólt í 70-80 ymiskum londum.
Omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Peter Asbjørn Lervig, reportari hjá FM1 gjørdi við Matthias Schauberger, Steffen Rieger, Dominic Oestreich og Daniel Oestreich áðrenn dysturin millum Skála og KÍ var bríkslaður í gongd.