Flogferðsla
Vøksturin í ferðafólkatalinum í januar mánaði var 11,3%. Í alt fóru 11.204 ferðafólk um flogvøllin hendan mánaðin. Í fjør var talið 10.069.
Serliga er tað á Danmarkarrutunum, at vøksturin hevur verið stórur. Lutfalsliga er vøksturin til Íslands tó mest - heili 66,7%. Men her skal so hava í huga, at talið av ferðandi nú er komið upp á 787 ferðafólk. Hinvegin hevur talan verðið um lutfalsliga stóra afturgongd á rutunum til Noreg og Stórabretlands.
Stóra ferðafólkatalið hevur eisini avleitt fleiri komur og fráferðir um flogvøllin. Í januar mánaði var talið av flogførum, sum komu og fóru, 392. Í januar í fjør var hetta talið 332.
Talan hevur annars verið um sera støðugan vøkstur í ferðafólkatalinum um flogvøllin seinnu árini. Í 1997 var samlaða talið av ferðafólkum góð 117.000 um árið. Í fjør kom hetta talið fyri fyrstu ferð upp um 180.000. Heilt neyvt var talið á ferðandi tá 181.305.