Enn eru sendarar á øllum sjey hvalunum, sum vórðu merktir í Sandavági mikudagin. Og enn eru allir sjey hvalirnir samlaðir í einum bólki.
Hetta sæst á kortinum, sum Føroya Náttúrugripasavn hevur á heimasíðu sínari. Á kortinum ber til at síggja, hvussu grindin ferðast, og longu nú er hon komin væl frá landi.
Eftir at hava stiklast eitt sindur frá Vágoynni yvir móti Hesti, varð kósin sett í ein landssynning, og so verður spennandi at vita, hvussu leikur fer. Til ber at fylgja við grindini á slóðini, www.ngs.fo/sat2004/index.htm.










