Ferðast fyri flatskattin

EITT ÁR VIÐ FLATSKATTI Ferðaskrivstovurnar hava seinasta árið selt fleiri og dýrari uttanlandsferðir

Ferðavinnan er óivað tann vinna, sum hevur havt størst gleði av flatskattinum.
Ongantíð áður hava so nógv ferðafólk ferðast umvegis Vága Floghavn sum í fjør, og ferðaskrivstovurnar siga frá øktari sølu. Samlaða framgongdin í fjør var 10.9 prosent ella 22.123 ferðafólk fleiri enn í 2011.
Ferðaskrivstovurnar siga eisini frá broyttum ferðamynstri.
- Jú vit hava merkt tað væl, sigur Bergur Thomsen, leiðari á ferðskrivstovuni 62N.
Hann sigur, at styttri er ímillum, at summi fólk fara av landinum, og tey eru eisini longri burtur. Í staðin fyri at steðga eina viku uttanlands, steðga tey nú í tvær vikur.
62N selur eisini fleiri dýrari uttanlandsferðir.
Best dámda ferðamálið er Barcelona, og tað er tí, at føroyingum dámar væl at ferðast saman.
- Hatta merktu vit í fjør og nú aftur í ár, sigur Bergur Thomsen.
- Ilt er at siga, at tað er flatskatturin, men vit hava í hvussu er sæð, at fólk hava fingið meira pening um hendur, sigur Sakaris Frederiksen, sølu- og marknaðarleiðari á ferðskrivstovuni Fonn Flog.
Hann sigur, at sølan av dýrari ferðum er økt. Eitt nú selja tey fleiri pakkaferðir, har alt er íroknað, og tær ferðirnar er ikki heilt bíligar.
Eisini gongur væl at selja ferðir við stórum ferðafólkaskipum. Summi velja at flúgva niður til Barcelona, fara ein túr við skipi har og flúgva so heim aftur. Tær ferðirnar eru tó ikki so kostnaðarmiklar, sum tær eina ferð vóru.