Ferðast bíliga eftir jólagávunum

Atlantsflog bjóðar bíligar ferðir til Danmarkar fram móti jólum. Esiini onnur góð tilbóð eru í vón

 

Flogferðsla


Atlantsflog boðar í tíðindaskrivi frá, at felagið fer at bjóða viðskiftafólki sínum bíligar feðrir til Danmarkar til fram móti jólum.

Frá 28. oktober til hálvan december fer tað bert at kosta 1.600,- krónur at flúgva millum londini.

Treytir liggja tó við, sigur Atlantsflog. Tær eru, at í minsta lagi tvey fólk ferðast saman fyri hendan prísin, eins og tey skulu vera burtur um vikuskiftið. Eisini skulu ferðaseðlarnir vera keyptir í seinasta lagi eina viku, áðrenn farið verður avstað.

Tað er avmarkað pláss við flogfarinum, so tað ræður um at vera fyrstur á kvørnini fyri at sleppa at mala. Ferðaseðlarnir verða seldir teimum, sum fyrst bíleggja, sigur Atlantsflog í tíðindaskrivinum.

Eisini verður boðað frá, at tað fara at koma onnur tilboð í næstum. Talan er um tilboð til onnur ferðamál hjá Atlantsflog so sum Reykjavík, Aberdeen og London.