- At tað verður bíligari, tá tað privata skal reka okkara flogsamband og okkara sjóvegis samband við útheimin, er rætt og slætt beinleiðis skeivt. Vit høvdu bæði eitt føroyskt og eitt danskt privat flogfelag á Føroyaleiðini, men bæði eru burtur í dag. Vit hava tíverri nógv dømi um, at tá tað almenna gevst, so hendir als einki. Eisini hava vit mangan sæð, at tá tað privata gevst, so má tað almenna taka yvir.
Tað skrivar Jóannes Eidesgaard, tingmaður fyri Javnaðarflokkinum, í politiskari viðmerking. Hann heldur, at tað er ikki annað enn eitt populistiskt stunt, sum fjølmiðlarnir í hesum agurkutíðum hoppa uppá, tá Edmund Joensen, Sambandsflokkurin, sigur, at tað almenna skal selja sínar ognarpartar í Atlantsflogi og í Smyril Line. Tá fer prísurin á ferðaseðlum at lækka og samstundis skapa búskaparvøkstur, vil Edmund Joensen vera við.
- Edmund Joensen og Sámal Petur í Grund valdu í 1996 at selja Teistan, sum røkti siglingina til Aberdeen. Ein farleið, sum var við at fáa fótin fyri seg. Grundgevingum hjá hesum báðum var, at tey privatu fóru at taka yvir. Men hvat hendi als einki, og vit mistu eitt sera gott samband við grannan beint fyri sunnan, og landskassin fekk 13 milliónir krónur fyri skipið, skrivar Jóannes Eidesgaard í politiskari viðmerking.
- Vit bíða øll spent eftir prógvum, Edmund, skrivar tingmaðurin fyri Javnaðarflokkin.










