Ferðaseðlaprísurin tódnar

Tað gerst alsamt bíligari at flúgva, um tað ber til at gera nýtslu av teimum tilboðum, sum støðugt verða givin

Atlantsflog bjóðar aftur bíligar ferðaseðlar millum Vágar og Danmark.
Til Kastrup slepst við serligum APEX ferðaseðli fyri smáar 2.100,- krónur, og og vikuskiftisferðir fáast fyri 300,- krónur færri, sigur Atlantsflog í tíðindaskrivi. Tilboðið upp á APEX ferðirnar er galdandi frá 7. august til 6. oktober, og bíligu vikuskiftisferðirnar fáast frá 7. august til 8. oktober.
Til Billund eru heldur fleiri avmarkingar, sigur Atlantsflog. Har fáast eisini vikuskiftisferðir fyri 1.795,- krónur. Men tær eru bert galdandi tíðarskeiðið 7. til 12. august , og 14. til 19. august. Eisini ber til at fáa serligar APES ferðir til Billund, sum eru galdandi í tíðarskeiðnum millum 7. august og 10. oktober.
Sum vanligt plagar at vera, liggja kortini ávísar treytir við tilboðunum. Fyri at fáa bíligu ferðaseðlarnar er galdandi fyri APEX ferðaseðilin, at minst tvey fólk ferðast saman, og at tey eru burtur sunnunátt og í mesta lagi 14 dagar.
Fyri vikuskiftisferðirnar er tað sama galdanda, tó so, at ferðin í mesta lagi má vara í fýra dagar.
Annað av teimum báðum ferðandi, sum kunnu nýta tilboðið, kann vera barn. Børn fáa tó avsláttur. Eru tey millum tvey og fimtan ár, er avslátturin 33 prosent av kostnaðinum. Børn undir tvey ár fáa heili 90 prosent drigin fra kostnaðinum.
Atlantsflog sigur í tíðindaskrivinum, at íroknað prísirnar er ferðaavgjald, men at avgreiðslugjaldið, sum er sett til kr. 220,- verður lagt afturat.