Týsdagin var samgongan á fundi um ferðaseðlaprísirnar hjá Strandferðsluni. Lagt hevur verið út í kortið, at prísirnir skulu hækka um 20 % hjá teimum størru farleiðunum, meðan tær skulu standa í stað hjá teimum minnu. Ístaðin fyri hetta hevur samgongan skotið upp at hækka prísirnar 7% á øllum farleiðunum, tí hetta er nakað, ið viðkemur øllum.
Á middegi í gjár skuldi stjórin í Strandferðsluni, Kristian Davidsen, hava roknað út um hetta lat seg gera ella ikki.
? Um hetta er reelt ella ikki dugi eg ikki at svara uppá. Nú er alt skorið yvir ein kamb, og úrslitið fáa vit um eina løtu, segði Bjarni Djurholm, tá Sosialurin fekk orðið á hann stutt fyri middag í gjár.
Strandferðslustjórin var ikki at hitta áðrenn blaðið fór til prentingar,.