Sum er í løtuni, er ferðasambandi til Mykines alt annað enn nøktandi. Serliga nú ringa veðrið er farið at gera um seg, er serliga ringt at sleppa til og frá oynni.
? Støðan er kanska ikki so góð, sum hon plagar at vera, sigur Esbern í Eyðansstovu, mykinesbúgvi.
? Báturin var her hóskvøldið, men her hevur verið stak vánaligt veður til at sigla seinastu tíðina. Hetta órógvar sjálvandi, og tað er sjálvsagt keðiligt.
Esbern í Eyðansstovu vísir á, at tað eru fleiri, sum ikki tora vestur til Mykines, tí tey eru bangin fyri at gerast veðurføst. Tyrlan plagdi at gera eykatúrar um tørvur var á tí, men soleiðis er ikki longur.
Súlan, sum røkir siglingina til Mykines, siglir týsdag, hósdag og leygardag ? eftir ferðaætlanini. Er veðrið ikki til vildar, siglir hon als ikki, og túrarnir verða avlýstir.
Hetta ger, at um heystið kunnu mykinesmenn liggja uttan bátasamband í fleiri dagar, ja, eisini vikur.
? Í fjør varð siglt eftir ferðaætlanini, men vóru líkindi ikki til at sigla tann ávísa dagin, sum ferðaætlanin segði, so sigldi Súlan fyrsta dag kyrt varð aftur, greiðir Esbern í Eyðansstovu frá. Hann heldur, at soleiðis átti tað avgjørt eisini at verið nú.
? Nógv tora heldur ikki at sigla vestur, tá tað er óslætt og sjógvurin flýtur inn á dekkið. Hetta er ein óheppin støða, og eg haldi, at tá man kann hava tvær rutur inn á Skálafjørðin, so átti man eisini at funnið eina passandi til Mykines.
Feilurin
Kjeld Nattestad, sum er virkandi borgarstjóri í Mykinesi sigur, at feilurin liggur í útbjóðingartilfarinum hjá Strandferðsluni. Tað er nevniliga síðani at mykinesleiðin varð útlisiterað, at skilið er vorðið til tað, sum tað er í dag.
? Treytirnar hava verið ov ógreiðar. Avtala er gjørd við Skúvadal um at sigla eftir galdandi ferðaætlan, og tí verða túrar ikki gjørdir, sjálvt um ongin túrur hevur verið til Mykines í fleiri dagar, sigur Kjeld Nattestad.
? Hetta setur mykinesmenn í eina verri støðu við at einskilja rutuna, og tænastustøðið lækkar munandi. Eisini verður tað meira mótfallandi og tungt hjá mykinesmonnum, og hetta tekur mótið frá fólki, sigur Kjeld Nattestad, sum heldur, at Strandferðslan hevur sloppið sær av við tær lættastu ruturnar á lættasta hátt.
Tað mesta av fólkinum í Mykinesi brúkar tyrluna at ferðast aftur og fram við, um pláss er. Hetta kemst av, at tyrlan flýgur regluligari og flýgur í næstan øllum veðri. Tyrlan er í Mykinesi tríggjar dagar um vikuna ? mikudag, fríggjadag og sunnudag. Fríggjadag ger hon tveir túrar.
? Í fjør leigaði Strandferðslan Silju, og tá sigldi Silja við fólki og Súlan varð brúkt til frakt. Henda skipanin er tann frægasta vit hava havt, og er tað hesa skipanina eg hevði kunnað hugsað mær at fingið aftur, sigur Kjeld Nattestad, virkandi borgarstjóri at enda.
Tingmaðurin ónøgdur
Eisini tingmaðurin fyri Vágoynna, Marjus Dam, er stak ónøgdur við siglingina hjá Súluni.
Hann metir, at tað er av alstórum týdningi, at okkurt verður gjørt við hesa leiðina beinanvegin.
? Tað skuldi ikki verið meira enn rímiligt at gjørt eitt hóskandi útbjóðingartilfar, sum hóskar seg til oynna, sigur Marjus Dam.
? Nú skulu heystfjøllini gangast, og tað er týdningarmikið, at teir fáa menn út at hjálpa sær. Og at onki samband er við útoyggjarnar er ikki til at góðtaka. Vit hava fingið nógv álit um økismenning og útoyggja politikk, og so hendir hetta her!









