Ferðasamband til Suðuroy

15. oktober vóru júst tvey ár liðin, síðan nýggi Smyril kom á Krambatanga á fyrsta sinni. Hetta varð mett at vera eitt frambrot fyri Suðuroynna, og ferðafólkatalið er økt støðugt síðani

tænastustøðið í kafeteria er vorið munandi betur og hava vit fingið túratalið upp nakrar dagar um vikuna. Jú tað er vorið betur at sigla um suðuroyarfjørð.

Strandferðslan hevur eisini vitað, at Smyril skal í dokk, tá umleið tvey ár vóru liðin og var tí neyðugt at fáa annað skip at sigla hesa tíðina.

Men hvussu nógv SSL hevur gjørt fyri at fáa eitt líkinda skip at sigla um fjørðin ta tíðina Smyril varð í dokk lystir mær at vita.

At fáa St. Ola at røkja sambandið ta tíðina Smyril er í dokk er forkastiligt og undir alt lágmark, tað kann ikki vera rætt, at tað skal vera soleiðis, og átti myndugleikarnir at traðkað til í hesum málinum.

St. Ola er eitt sjógott skip, men so er tíðanverri ikki annað jaligt at siga um hesa danguna.

Eg var við fyrsta túrin av Krambatanga til Tórshavn, og tað stinkaði umborð, eg fekk at vita, at manningin hevði ruddað og vaskað alt tað, tey kundu frá mánadegnum og fram til týskvøld, men tað var bara ikki nóg mikið.

Nú sigur stjórin á SSL við Kringvarpið, at suðringar skulu vera tolnir, tí St. Ola manglar eina turbinu, so hann kann ikki sigla við fullari ferð. Eg haldi, at suðringar hava verið alt ov tolnir í hesum sambandi.

Vit mugu vera á keiini minst ein tíma fyri fráferð, so siglir skipið so seint, at tað kann ikki halda ferðaætlanina og verður tí seinka avstað, so alt í alt tekur tað væl meira enn teir tríggjar siglingartímarnar at koma um fjørðin nú.

Vit eru kastaði nógv ár aftur í tíðina við at fáa hesa danguna at sigla.

Hví skulu vit góðtakað hesa danguna? Hví skulu vit góðtaka, at bilar standa eftir á keiini?

Vit kunnu bara ugga okkum við einum, samb. upplýsingum so kemur St. Ola ikki aftur til Føroyar, tí tað sigst, at hon fer úr Føroyum og til upphøggingar.

Og nú veit SSL eisini, at Smyril skal í dokk aftur í 2010, so tað er bara at koma í gongd beinanvegin at finna eitt skip, sum bara at í nánd av støðinum hjá Smyrli.