- Næst á skránni er at fáa Ferðaráðið umskipað til eitt partafelag.
Tað staðfestir Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum í nýggjastu ársfrágreiðing síni hevur fleiri rósandi orð við á vegnum til gongdina í ferðavinnuni.
Sambært Arbeiðsgevarafelagnum skal Ferðaráðið umskipast til eitt partafelag, sum vinnan og tað almenna eiga í felag. Og hetta verður fyrireikað í løtuni, sigur Arbeiðsgevarafelagið.
Arbeiðsgevarafelagið vísir eisini á øktu játtanina á fíggjalógini til Ferðaráðið, sum hevur givið orku at menna eina marknaðarføringsætlan fyri Føroyar, sum nú verður sett í verk.
Ferðaráð Føroya varð endurstovnað við lóg frá mai 2011. Ferðaráðið er í dag stovnur undir Vinnumálaráðnum við eini játtan á 14 milliónir krónur á fíggjarlógini í ár.