Ferðandi í Tórshavnar kommunu

Hetta árið hava vit øll vegna Covid-19 fingið tilmæli um at ferðast í egnum landi og ikki kann sigast annað enn, at tað í summarfrítíðini var stak hugnaligt og stuttligt at møta nógvum føroyskum ferðafólki. Teir socialu miðlarnar hava eisini verið fullir av hugnaligum myndum, har einstaklingar og familjur hava hugna sær í føroysku náttúruni. Covid-19 sær ikki út til at sleppa sínum fastatøkum sum so, og verða vit óivað noydd at taka hetta tilmæli um at ferðast í egnum landi til okkum.

Tórshavnar kommuna er ein fjølbroytt kommuna við fleiri smærri og størri økjum. Umframt sjálva Tórshavn fevnir kommunan eisini um Argir, Hoyvík, Hvítanes, Kaldbak, Kaldbaksbotn, Kirkjubø, Kollafjørð, Norðradal, Oyrareingir, Signabø, Sund, Syðradal, Velbastað og grannaoyggjarnar Hestur, Koltur og Nólsoy. Vit eiga at raðfesta tey smærri økini og gera tey spennandi fyri okkum sum búgva í kommununi og somuleiðis gera tað áhugavert hjá ferðafólki at uppihalda seg i Tórshavnar kommunu.

Fyri at økja um áhugan hjá ferðafólki at ferðast í kommununi og fyri at verja umhvørvið eru nakrir hentleikar, ið kommunan eigur at raðfesta. Í seinastuni er gøtukervið blivið størri runt í kommununi og enn er ikki komið á mál við spennandi gøtum. Men eg sakni ruskspannir, ikki bara har gøturnar eru, men alla staðni runt í kommununi. Tær ruskspannir, ið eru, standa ofta fullar ella eru tær tømdar av fugli við tí úrsliti, at rusk flýtur runt í umhvørvinum. Hetta eigur ikki at verða trupult at loysa.

Í summum bygdum sum í Kirkjubø og Nólsoy eru almenn vesi. Tó er vesið í Nólsoy sera ótíðarhóskandi og eigur tað at verða umvælt. Eftir mínum tykki skal kommunan arbeiða miðvíst við at fáa fleiri almenn vesi runt um í kommununi, vesi sum sjálvandi skulu vera hóskandi fyri fólk við rørslutarni.

Tey síðstu árini hevur tað vundið uppá seg við húsvognum í Føroyum, men hentleikarnar fyri húsvognum í Tórshavnar kommunu treingja alvorliga at fáa eina uppraðfesting. Í bygdunum sum eitt nú í Kaldbak, í Kollafirði og í Norðadali kundi tað verið spennandi at gjørt øki til húsvognar og tjalding.

 

Sára Gullfoss.

Valevni Javnaðarfloksins til kommunuval 2020