Eitt av feløgunum, sum framvegis hevur stóran áhuga fyri at leita eftir olju og gassi í Føroyum er norska Statoil. Maðurin, sum stendur aftanfyri hetta arbeiðið er Rúni Hansen, sum herfyri fekk litið upp í hendi ein týðandi leiklut í Statoil. Øll leiting hjá Statoil, ein partur av Noregi tó ikki íroknaður, er savnað í eina deild, Global Exploration, sum síðani er býtt í økini:
Amerika, Afrika, Caspian/Russia, Miðeystur, New Opportunities (Nýggir møguleikar) og Europe.
Rúni Hansen stendur á odda fyri Europaøkinum sum Business & Planning Manager. Hini í leiðslubólkinum eru flest jarðfrøðingar av útbúgving, so uppgávan hjá Rúna er økonomiski/handilsligi og planleggingarligi parturin. Herundir m.a. samráðingar við onnur feløg, og tey eru nógv í dag, tí tað er javnan, at tað eru tillagingar í ognarpørtum av feltum og umbýtan/søla/keyp. Alt hetta krevur nógva planlegging og arbeiði annars, áðrenn sjálvar samráðingarnar fara í gongd, og nógv fólk eru innblandaði - bæði búskaparfrøðingar, jarðfrøðingar og onnur. Tað er tiltikið nógvir fakbólkar innan oljuøkið, og ein niðurkóking av einum stórarbeiði til eina reglu-úrslit, sum Rúni málber seg, krevur altið eitt miðvíst og stórt arbeiði.
Ein stórur partur av hesum arbeiði liggur í Stavanger, tí høvuðsskrivstovan er har, men London er eisini ein týðandi partur, tí Statoil er sera virkið í bæði Írlandi, vestan fyri Hetland og á bretska landgrunninum, og tað mesta av hesum virkseminum gongur út frá London greiðir Rúni Hansen frá, tá vit sessast í rúmligu og stórlignu hølunum hjá Statoil í London. Rúni hevur nógv um at vera og ferðast hann nógv millum tey trý arbeiðsplássini í Havn, Stavanger og London.
Sjálvt um eingin boring er í eygsjón júst í løtuni, er virksemi ikki so lítið við Føroyaøkinum. Rímuliga nógv fólk eru knýtt at projektinum. Statoil hevur tvey øki, á tí eina hava tey ein brunn eftir at bora. Meira seismikkur varð skotin síðsta ár til tess at finna eitt gott og prospektivt øki at seta borin í næstu ferð. Umframt tað hava tey teir brunnarnar, ið eru boraðir at halda seg til. Rúni Hansen vónar, at alt
hetta saman kann gera, at tey koma at kenna økið betri, soleiðis at okkurt kann spyrjast burturúr næstu ferð - tó at váðin er stórur í økinum. Avgerð skal so eisini takast fyri nýggjuáraloyvunum nú ? tað gongur út 17. august í ár. Hesi loyvi liggja á basaltøki, so her er nóg mikið at takast við í løtuni, áðrenn avgerð verður tikin, hvat gerast skal víðari sigur Rúni Hansen.