Ferðamannaskipini seta met í ár

Tíðin, tá útlendsku ferðamannaskipini seta kós í Norðuratlantshavið og seta sín serstaka dám á oyggjarnar her, nærkast í hvørjum.

Og alt bendir á, at hesi vera ikki færri í ár enn undanfarnin ár. Heldur hin vegin. Tað sær ikki mætari út enn, at talið á ferðamannskipum, sum vitjar her í summar, setir met. Umleið 30 minni so størri ferðamannaskip hava boðað frá 44 komum. Í fjør var talið 42. Tilsamans umleið 29.000 ferðafólk vóru við skipunum í fjør, og hetta talið liggur nakað hægri í ár frætta vit frá Tórshavnar Havn, sum umsitur og skrásetur ferðamannaskipini. Fyrsta ferðamannskipið í ár kemur á Havnina 5. juni. Tað er Ocean Nova. Seinasta skipið kemur 12. september. Og tað er Albatros. Millum mongu spennandi og forkunnugu nøvnini eru Costa Atlantica, Marco Polo, Funchal, Saga Rose, Princess Danae, Le Diamant, Ocean Majesty og Crystal Symphony. Eisini Rúnavíkar Havn hevur fingið seks fráboðanir um ferðamannaskip, sum leggja leiðina inn á Skálafjørðin í summar.