Nú eru vit komin væl inn í juni mánað, og tað merkir millum annað, at ferðamannaskipini byrja at koma so við og við. Í morgun er stóra ferðamannaskip MS Magellan komið inn á Havnina, og tað sæst í miðbýnum, har fleiri ferðafólk eru hendan fyrrapartin.
Talan er um eitt gamalt ferðamannaskip, sum er bygt í 1985. Tað er 222 metrar langt og góðar 32 metrar breitt.
MS Magellan tekur 1.452 ferðafólk, og manningin telur 660.
Tað kom klokkan 07 í morgun, og klokkan 16:30 seinnapartin í dag setir Magellan kósina móti Seyðisfjørði í Íslandi.