Ferðamannaskip sigldi á brúgv

Kinesiska ferðamannaskipið "Peal No 7" fekk eina heldur óhepna byrjan, tí á síni fyrstu ferð bar skipið við eina brúgv í býnum Wenzhou har eysturi í landinum. Sambært bretska blaðnum Daily Mail gloymdi skiparin flóð og fjøru, og at skipið var tømt.

Nógv fólk stóðu uppi á landi og eygleiddu skipið. Fleiri teirra royndu at ávara manningina, tá tey skiltu, at her fór at verða galin endi, men umborð hildu menn, at áskoðararnir heilsaðu teimum. Løtu seinni stoytti.

Nýggja ferðamannaskipið er 158 metrar langt og 30 metrar breitt. Tað fekk sum skilst ikki stórvegis skaða, men skal hava nýggjan skorstein.