Ferðamannaskip í karantenu

Eitt ferðamannaskip við næstan 1.700 fólkum umborð er sett í influensa-karantenu orsakað av svínakríminum H1N1 Tað eru myndugleikarnir í Venesuela, sum hava sett ella rættari sagt lagt ferðamannaskipið Ocean Dream í karantenu.

Orsøkin er, at kanningar hava staðfest, at trý av manningini eru smittað við svínakrími, og 11 onnur hava sjúkutekin, ið minna um sjúkuna. Tí hava myndugleikarnir gjørt av at halda skipinum aftur í 10 dagar.

Tað eru 1.219 ferðafólk við Ocean Dream, og manningin telur 460. Øll eru umborð á skipinum, sum liggur fyri akkeri úti fyri Isla Margerita.