Eitt iranskr ferðamannaflogfar við 168 fólkum umborð er dottið niður Iranska stjónvarpið sigur frá myndugleikunum, at øll tey 168 hava eftir øllum at døma latið lív.
Flogfarið, sum iranska felagið Caspian Airlines átti, var á veg úr Teheran við Yerevan í Armenia, tá tað datt niður nærhendis býnum Qazvin í útsynningspartinum av Iran.
Iranskar keldur siga, at flogskiparin boðaði frá tekniskum trupulleikum, og at hann royndi at neyðlenda.