Harðskapsmálið í Klaksvík dregur út, og danska Ferðaliðið heldur fram at kanna málið hesa vikuna afturat, sigur Bergleif Brimvík,kriminaldeildarleiðari við Dimmalætting í dag.
Tað vísir seg at taka longri tíð enn væntað at finna fram til, hvat er hendi í Klaksvík á Summarfestivalinum, tá ið tveir ungir dreingir søgdu seg verða illa viðfarnir av tveimum løgreglumonnum.
Løgreglumenninir vórðu meldaðir fyri at hava brúkt óneyðugan harðskap móti dreingjunum 7. august.
Tveir menn frá danska Ferðaliðnum komu til Føroya týsdagin aftaná til burðin. Hetta var 10.august, og tá segði Peter Thaysen, politiinspektørur seg vænta, at Ferðaliðið fór at vera her í landinumí eina til tvær vikur.
Nú er august um at vera farin, og um vikuskiftið komu menninir frá Ferðaliðnum aftur til Føroya, eftir at hava verið í Danmark í nakrar dagar.
- Teir eru komnir upp aftur leygardagin og gera seg lidnar nú. Teir verða helst lidnar hesa vikuna, væntar Bergleif Brimvík, leiðari á Kriminaldeildini við dagsins Dimmalætting.