Ferðaliðið ikki liðugt enn

Ferðaliðið hjá donsku løgregluni, sum kannar tilburðin í sambandi við, at tveir løgreglumenn eru meldaðir fyri harðskap mótvegis tveimum 17 ára gomlum dreingjum á Summar Festivalinum í Klaksvík herfyri, er ikki liðugt við kanningararbeiðið enn.

Fyrr í vikuni segði Peter Thaysen, politiinspektørur, annars, at tey roknaðu við, at ferðaliðið var komið á mál við arbeiði sínum síðst í hesi vikuni, men hetta eydnaðist ikki.

- Tað eru enn tey seinastu vitnini eftur at avhoyra. Tær seinastu avhoyringarnar verða gjørdar í næstu viku, sigur Peter Thaysen við dagsins Dimmalætting.

Miðlahúsið hevur roynt at fingið viðmerking frá Peter Thaysen í dag, men tað hevur ikki eydnast.