Ferðaleiðaraskeið í mars

Í døgunum 9. til 20. mars verður skipað fyri ferðaleiðaraskeiði á Føroya Fólkaháskúla. Skeiðið er skipað sum fyrireiking til ferðaleiðaraskúlan “Service & Co” í Spania.

Undirvísarar frá “Guideskolen Service & Co. Eru Súsanna Gunnarsson og Uffe Helsing Andersen.


Súsanna Gunnarsson er føroysk. Hon flutti til Norra í 1994 og hevur sjálv tikið útbúgving hjá Service & í Spania og hevur arbeitt sum ferðaleiðari í fleiri ár. Uffe Helsing Andersen er kendur við føroysk viðurskifti. Hann var ferðaleiðari ferðavinnusesongina í Føroyum í 2003 og hevur hildið fyrilestrar um ferðavinnuskúlan í Spania.


Undirvíst verður um ferðavinnuna í Føroyum, kunningartænastu, sølu og tænastuveiting, eisini verður norðurlendsk málvenjing, mikrofonvenjing, undirhald og um hvussu tað er at vera útstationeraður sum ferðaleiðari.


Skeiðið kostar 7.000 krónur (vistarhald er íroknað). Tilmeldingarfreistin er sett til 19. februar. Áhuga kunnu venda sær til Føroya Fólkaháskúla á tel. 311743 ella teldupost: haskulin@haskulin.fo