Málið er, at góðskan í øllum vinnutáttum er á minst líka høgum støði sum í grannalondum okkara. Tá ein túrur skal við í marknaðarføringina hjá Ferðaráð Føroya, eigur góðkendur ferðaleiðari at verða nýttur.
Í árunum 1992-1994 varð skipað fyri ferðaleiðaraskeiðum, sum endaðu við próvtøku. Síðan tá hava verið eini 20 góðkendir ferðaleiðarar.
Tørvurin á væl útbúnum ferðaleiðarum er vaksandi og tí verður nú skipað fyri eini ferðaleiðaraútbúgving í samstarvi millum Ferðaráð Føroya, Ferðaleiðarafelag, Felagið fyri ferðasmiðir, Føroya Handilsskúla og Undirvísingar- og Mentamálastýrið.
Endamál
Útbúgvingin hevur til endamáls at útbúgva all-round ferðaleiðarar, ið við støði í breiðari almennari vitan um Føroyar sum ferðamannaland, náttúru, søgu, samfelagsviðurskifti, mentan og føroysk sereyðkenni, skulu kunna formidla hesa vitan til ein ávísan málbólk á einum ella fleiri fremmandamálum.
Undirvísing/bygnaður
Útbúgvingin fevnir um uml. 100 frálærutímar (excl. Fyrireiking, sjálvlestur, bólkaarbeiði og próvtøkur). Útbúgvingin fer partvís fram á Føroya Handilsskúla og partvís á vitjunarstøðum, busstúrum og gongutúrum. Einstøk internetskeið verða hildin uttanfyri Havnina. Avgerð verður tikin um hvar hesi verða eftir útbúgvingarbyrjan.
Útbúgvingin er uppbygd yvir 3 høvuðsevni:
Modul I Almenn vitan um Føroyar sum ferðamannaland, herundir søga, samfelagsviðurskifti, geografi, mál, mentan og ferðavinna
Modul II Teori fyri ferðaleiðarar, herundir mikrofonlæra, ferðaleiðarateknikkur, kundatænasta, mentan og -formidling, fyriskipan av túri, upplýsingarkeldur, lestrarteknikkur og persónlig menning.
Modul III Praksis, har luttakararnir menna seg sum ferðaleiðarar og fáa praktiskar royndir. Útbúgvingin verður skipað í fyrilestrum, skeiðum, bólkaarbeiði, vitjanum og útferðum.
Próvtøka
Útbúgvingin er ætlað persónum, ið hava fylt 20 ár. Tað er ein treyt, at luttakarin hevur
?málsligan førleika í einum ella fleiri fremmandum málum. T.v.s. at luttakarin er førur fyri at fara til munnliga próvtøku á einum ella fleiri fremmandum málum - tey, ið hava kunnleika til týskt, hava fyrimun
?kunnleika til almenn føroysk viðurskifti.
Grunnur Ferðavinnunnar stuðlar ferðaleiðaraútbúgvingini, sum byrjar fyrst í oktober 1998.