Alt Ísland er á gosi í hesum døgum, har straukarnir bergtaka alt fótbóltsevropa. Ísland hevur leikt seg í áttandapartsfinaluna í EM-endaspælinum í Fraklandi, og í kvøld stendur Ongland fyri skotum.
Ein av teimum mongu íslendingunum, sum hevur verið í Fraklandi og stuðlað sínum landsmonnum, er Guðmundur Guðmundsson, ið hevur búð í Føroyum í mong ár. Hann var og hugdi eftir tveimum teimum fyrstu dystunum hjá Íslandi í bólkaspælinum, men mátti koma heim til Føroyar áðrenn triða og síðsta dystin ímóti Eysturríki, har íslendingar vunnu 2-1 í sjálvari yvirtíðini.
- Eg kundi ikki vera til síðsta bólkaspælsdystin, tí at sonur mín bleiv studentur. Tíverri var eg ikki til síðsta dystin, sigur Guðmundur Guðmundsson í samrøðu við in.fo.
Men í kvøld er hann ikki í iva. Vinnur Ísland ímóti Onglandi, so ætlar Guðmundur sær aftur til Fraklands.
- Men um Ísland vinnur í kvøld, so bíleggi eg atgongumerki aftur til Fraklands í kvøld. Tað er næstan 100% sikkurt, sigur Guðmundur avgjørdur.
Hann er eisini sera bjartskygdur undan kvøldsins dysti.
- Vit hava vunnið ímóti Hollandi og spælt javnleik ímóti Portugal, so hví kunnu vit ikki eisini vinna ímóti Onglandi? Eg eri bjartskygdur, men vit kunnu bæði vænta tað besta og eisini tað ringasta.
Íslendski fótbóltsfjepparin vísir á, at tað passar íslendingum fínt, at kvøldsins mótstøðulið er júst England.
- Nógvir av leikarunum á íslendska landsliðnum kenna væl ensku leikararnar. Sum Lars Lagerback segði á tíðindafundinum undan dystinum, so eru íslendingar, sviðar og norðmenn og allir skandinavar sum heild rættiliga líkir: Vit elska allir fótbólt. Tað er kanska lættari hjá okkum at spæla ímóti júst bretum enn t.d. Kroatia. Bretsku leikararnar kenna vit allir út og inn, sigur Guðmundur Guðmundsson.
Í Onglandi búgva 55 milliónir, meðan íbúgvaratalið í Íslandi er 300.000. Guðmundur heldur tó ikki neyðturviliga, at Ongland er favorittur til dystin í kvøld.
- Eg haldi, at Ísland hevur eins góðan møguleika sum England at vinna dystin í kvøld. Sjálvandi, um tú hyggur eftir navnalistanum, so sært tú til dømis, at ein leikari sum Sterling hjá Manchester City er dýrari enn alt íslendska landsliðið tilsamans.
- Um ein hyggur soleiðis upp á tað, so er Ongland sjálvandi stórfavorittur. Men sum Wayne Rooney hevur sagt, so snýr tað seg ikki um, hvussu nógv fólk búgva í Íslandi, tí at tað eru 11 bretar ímóti 11 íslendingum, sum hittast á vøllinum, sigur Guðmundur Guðmundsson.
Guðmundur veit eisini at siga, at nógvir av íslendingunum tippa tað sama, endaliga úrslitið av dystinum í kvøld.
- Eg vóni, at Ísland vinnur - tað hevði verið heilt fantastiskt. Eg tippi, at vit vinna eftir brotssparkskapping. Hetta er eisini tað, sum annarhvør íslendingur sigur, sigur ein stórflennandi Guðmundur Guðmundsson at enda.
Tað er klokkan 20 í kvøld, at dysturin ímillum Ísland og Ongland verður spældur. Sum siðvenja hevur verið til undanfarnu dystirnar hjá Íslandi í EM, so verður dysturin enn einaferð vístur á stórskýggja í Vágsbotni.










