Hósdagin klokkan hávgun fýra verður HM undankappingin fyri føroyska manslandsliðið í hondbólti bríkslað í gongd. Føroyar eru í bólki saman við Ukraina, Rumenia og Italia, sum er vertur fyri bólki 3.
Rás2 sigur beinleiðis frá øllum trimum dystunum í HM undankappingini
Ferðin byrjaði longu sunnukvøldið, tá landsliðið fór til Danmarkar at gera seinastu fyrireikingarnar. Landsliðsvenjarin, Sonni Larsen, sum eisini er venjari hjá H71, náddi líka at fáa ein avsmurning við á vegnum. Fyrst tapti kvinnuliðið hjá H71 væntað fyri Kyndli, meðan tað var púra óvæntað, at mansliðið tapti heili 25-13 fyri kyndilsmonnum.
Hin venjarin er Jeppe Borch, sum eisini er venjari hjá Neistanum. Teir hava fingið eina óvæntaða góða byrjan upp á kappingarárið og liggja fremstir. Saman hava teir valt 16 spælarar, sum skulu verða ein partur av einari nýggjari byrjan hjá A-landsliðnum hjá monnum.
Mánakvøldið vinnur A-landsliðið greiðan sigur á HØJ, sum spælir í næstbestu deildini í Danmark. Venjararnir eru nøgdir við avrikið. Føroyska liðið hevur leigað bilar, meðan teir hava verið í Danmark, sum skulu hava fullan tanga tá teir verða avleveraðir, eru boðini. Týsdagin byrjar ferðin til fótbóltsøra stivla-landið, sum Italia eisini verður rópt, orsaka av skapinum á landinum. Tað sær út sum ein stivli, ið sparkar ein bólt.
Gott samanhald
Føroyska liðið ger klárt at tjekka inn og Helgi Hoydal er skjótur at heilsa. Hann er ein av sjey spælarum, sum í fjør var við til HM endaspælið í Algeria fyri U21 landslið. Samanhaldið teirra millum byggir á nógv ár av úrvalsvenjingum og ungdómslandsdystum.
Tað gerst skjótt greitt, at liðið hevur vant saman í seinastuni og spælararnir kenna hvønn annan. “Undirhondsskot” fær ein heilt annan týdning, tá hesir lutfalsligu ungir menninir samskifta við til tíðir speiskum skemti. Millum annað, tá Helgi Hoydal gloymir kuffertið eftir, tá allir fara at tjekka inn. Her hevur Helgi Hoydal eftirfylgjandi víst á, at talan var um kuffertið hjá Róki Akralíð, ið var farin eitt ørindi.
Á flogvøllinum í Kastrup fáa spælararnir høvi at fáa sær okkurt at eta. Venjararnir og toymið rundan um liðið eta fyri seg hesa løtuna. Hondbóltsprátið snýr seg millum annað um, hvønn leist okkara lið fer at brúka.
Tosað verður eisini um møguleikarnar at koma víðari. Semja er um, at á pappírinum er Rumenia sterkasta liðið. Síðani Ukraina og so Italia og vit. Onki verður nevnt um, at vit bara eru við fyri at luttaka. Føroyskur hondbóltur hevur lært, at alt ber til, so hví ikki bara trúgva upp á tað, tá vit eru her?
Við Ryanair
Flogið verður við Ryanair, sum er lágprísflogfelag úr Írlandi. Skemti er, at tey, sum hava keypt sær fyrstaflokks flogferðaseðil, fáa ein tumma meiri av beinplássi, og ein lumma í setri frammanfyri, har tú kanst leggja bókina í.
Rætt høvdu teir. Á rekkju 32 er ongin lummi á setrinum frammanfyri. Tað er heldur ikki pláss fyri beinunum, men tað verður ikki gjørt vrøvl leingi. Spælararnir eru vanir við at kleyra upp á hvørjum øðrum. Seinastu tveir dagarnar hava teir sovið seks og seks í hvørjum kamari.
Alt tað føroyska ferðalagið situr aftast í flúgvaranum. Lagið er gott og fyrrnevndu undirhondsskotini flúgva um oyrini á okkum, sum sita mitt í. Spælararnir trívast væl saman. Spælskiparin úr Hoyvík, Jónas G. Djurhuus, hevur náttbrillur, og nakkin hvílur á eina av hesum nakkapútunum, sum tú kanst keypa á flogvøllinum.
Hann situr mitt fyri, so borðið hjá honum verður savningspunktið fyri kortspæli, men hann mutar ikki í móti, men svevur trygt millum liðfelagirnar. Stemningurin teirra millum tykist draga flogternurnar til. Helst tí tær skulu selja kaffi og annað, men tykist sum steðgurin hjá teimum er eitt vet longri millum føroysku hondbóltsspælararnar. Gott kaffi skal sigast.
Tað ristir fleiri ferðir í flúgvaranum. Í løtum er tað sum at koyra á ósløttum vegi, men eftir tveir tímar setur flúgvarin seg í Milano. Tað er órógv á, tá hópurin fer at ivast hvar viðføri skal avheintast, tí alt er stongd á flogvøllinum.
Lykilin er at bíða til onkur, sum sær staðkendur út, gongur uttan iva. Tað riggar og løtu seinni standa føroysku spælararnir við viðførisbandið. Teir eru raskir at hjálpa til, tí uttan fyrispurning stendur taskan við útgerðini hja Rás2 á gólvinum.
Ongar reyðar lyktir
Uttanfyri flogvøllin stendur ein hvítur bussur og bíðar. Spælararnir fáa eina tvíflís og vatn at drekka. Túrurin úr Milano og norður til Bolzano er góðar tríggjar tímar. Fyrstu løtuna er nógv prát, men klokkan er farin av midnátt, og fleiri av spælarunum velja at leggja seg afturá.
Tað er gott pláss í bussinum. Onkur velur tó at leggja seg á dúrkið, so kroppurin er strektur. Í løtum verður koyrt eftir stórum sløttum motorvegi, meðan tað til aðrar tíðir er ringt at fáa telduna at standa í fri, so finagrirnari rakaa røøttu bókstavarinir. Tað gongur ikki heilt sum ætlað.
Tað kennist so heimligt, tá mjørkin eisini ger um seg. Tað eru ongar reyðar baklyktir hjá Ankari Eli Petersen á vegnum, men ein lítil javnur streymur við bilum, sum koyra ímóti. So hvørt sum bussurin nærkast Bolzano blíva ljósini á vegnum færri. Klokkan er farin av eitt og helst liggur italska fólkið og svevur.
Um 3-tíðina kemur lítla og hugnaliga gistingarhúsið, Premstaller, undan í mjørkanum. Onkur hevur parkerað, so at bussurin ikki sleppur inn á økið. Vit ímynda okkum, at busssjaførurin bannar innantanna, men hann letur ikki við seg koma uttaná. Spælararnir eru nakað troyttir og eru skjótir at fara á kamari, tá teir hava fingið útflýggjað lykil.
Kanska ein nýggj byrjan
Ein ferð er byrjað, men spurningurin er hvat fyri ein ferð. Kendi stovnarin av Apple, Steve Jobs, sáli, segði so tiltikið í eini sjónvarpssamrøðu, at tú sært ikki altíð brikkarnar fella upp á pláss við at hyggja frameftir, men við at hyggja aftureftir.
Hetta er galdandi fyri avrikini hjá U21 landsliðnum. Í fleiri ár vandu hesir ungu dreingirnir saman av sínum eintingum. Tá teir vunnu HM undankappingarbólkin, sum varð spældur á Hálsi í januar 2017, kom tað óvart á, men í hópinum kendu teir orsøkina. Hart arbeiði og gott samanhald. Tað sóu teir við at hyggja aftureftir.
Tað stendur ikki skrivað í stein, at hetta liðið fer at fremja eitt bragd. Liðið hevur eina sterka breidd, men manglar nokk eina stjørnu ella tvær. Sjey av spælarunum hava seinasta hálva árið spælt við liðum í donskum ella norskum hondbólti. U21 landsliðsspælararnir hava allir fingið nógvar royndir. Men kanska er hetta ein av brikkum, sum vit í framtíðini fara at hyggja afturá, sum ein brikkur, ið flutti føroyskan landsliðshondbólti. Tað fer tíðina at vísa komandi dagarnar.
Tróndur Arge – Bolzano, Italia









