Tað hevur verið ein langur túrur til norðuritalska býin, Bolzano. Spælararnir fóru ikki í song fyrr enn um 3 tíðina. Tí er einki krav um at møta til morgunmat mikumorgunin, men heldur til døgurða. Gistingarhúsið er hugnaligt og eitt sindur “old school”.
Les eisini: (Dagur 1) Úr Føroyum til Bolzano
Sum vanligt er á slíkum ferðum, so skulu partarnir báðir – gistingarhúsið og gestirnir – líka avstemma hvat avtalan er. Á kømrunum er lítið at fílast á, men tað er óvanliga heitt á vesinum, meðan sjónvarpsskíggin í stødd mest minnur um ein Ipad.
Stóran kreppan rakar, tá tráðleysa internetið ikki riggar. Tá kemur tað í aðru røð, at fiskurin til døgurða ikki var so góður. Har er avtalan, at tað skal verða høsnarungi fram yvir. Kreppan við internetinum toppar, tá daman í móttøkuni ikki skilur enskt. Tropparnir verða samlaðir saman og boðini eru greið. Internetið má rigga – og tað ger tað nú.
Flott høll
Seinni er venjing á skránni í høllin, har allir dystirnir blíva spældir. Onkur hevur tosað við onkran, sum greiðir frá, at italsku meistarnir koma úr Bolzano. Til samans eru 11 túsund hondbóltsspælarar í Italia, meðan vit í Føroyum hava trý túsund.
Høllin er flott og lýkur øll vanligt krøv. Fólkini eru hjálpsom og tað er skil á tingunum. Høllin kundi verið ein fyrimynd til eina føroyska tjóðarhøll. Soleiðis bleiv ikki heilt, men nú fegnast vit um, at høllin á Hálsi er umbygd og kann hýsa fleiri stórum dystum við fleiri áskoðarum.
At so bussurin ikki sleppur heilt framat við spælarunum ger minni, tí tað ger hann heldur ikki her í Bolzano, so seinastu 25 metarnir mugu gangast. Venjingin gongur væl, men Hans Eli Sigurbjørnsson venur bara við hálvari ferð. Hann hevur trupulleikar lærinum.
Sámal í serflokki
Heima á gistingarhúsinum er matur á skránni. Síðani samlast spælararnir, har einasti klaksvíkingurin á liðnum, Sámal á Tjaldrafløtti, skal greiða frá mótstøðulandinum, sum er Ukreina. Hann er nærlagdur og hevur skrivað niður á fartelefonina. Spælararnir klappa eftirfylgjandi.
Eftir spælarafundin skipar Helgi Hoydal fyri spurnarkapping. Talan er um ljóðspurningar, har tú skal gita hvør eigur røddina. Partarnir eru teir yngru móti teimum eldru. Aftur er Sámal á Tjaldrafløtti í fokus, tí fleiri kendar klaksvíksrøddir eru millum spurningarnar. - Hann er gubbi mín, tí kenni eg hann aftur, sigur Sámal á Tjaldrafløtti, tá røddin er Steintór Rasmussen.
Teir yngru hanga í, men fleiri ferðir er brúk fyri hjálp frá onkrum av teimum, sum eru rundanum liðið. Teir eldru vinna, men fingu eisini lættari spurningar. Tað siga teir yngru.
Dagurin í dag
Dagurin í dag byrjar við morgunmati og einum gongutúri. Lagið er eitt sindur meiri spent, tí tað er dystardagur. Tað merkist eisini til døgurða, har fyrrnevndu “undirhondsskotini” ikki so speisk. Nú verður tosað minni og meiri álvarsamt.
14.45 stendur bussurin í túninum og koyrir til høllina. Ein túrur upp á smáar fimm minuttir. Tað verður greitt frá, at allir skulu taka mynd áðrenn dystin. Her verður lagdur dentur á, at ongin má koma forseint til myndatøkuna, tí so standa allir og bíða. Allir bíða í ein minuttir, men tað er eftir venjaranum sjálvum.
Tað er eitt sindur óvist hvør upprunaliga skuldi taka myndina, men tað fall mær í lut. Eitt, tvey, trý og so stóðu øll í hópinum til reiðar. Úrslitið sæst ovast. Nú er tíðin komin at trýsta á send, tí dysturin byrjar um eina løtu.
Tað er (vónandi) hol ígjøgnum til Føroyar við útvarpsútgerðini. Ukreinska liðið er gjøgnumgingið, men tað er heldur óvist um úttalan verður heilt røtt. Tað ger kanska ikki so nógv, tá lurtarnir hjá Rás2 fyri tað mesta fyrihalda seg til føroyska liðið.
Tróndur Arge – Bolzano, Italia









