Ferðafólkum dámar eisini myrku tíðina

Fyritøkan Gist og Vist samtakið hevði eitt yvirskot fyri skatt uppá 9 milljónir krónur. Gist og vist rekur gistingarhús og matstovur, millum annað Hotel Føroyar og Hvonn.

 

Jóhanna Rasmussen, sølustjóri á Hotel Føroyum sigur, at talið á ferðafólkum, sum gista á hotellinum  er nakað tað sama í ár sum í fjør.

 

- Vit nærkast eini 90% belegningi um summarið, men í lágsesongini eru vit niðri á 20%, sigur hon.

 

Seinastu tíðina hava tey tó lagt seg eftir at fáa fleiri fólk at koma í lágsesong og at víðka hásesongina eitt sindur, og hon heldur, at tað letur til at virka.

- Mars mánaður í 2019 byrjar longu at fyllast í mun til undanfarin ár, og apríl, mai, septembur og oktobur eru væl umtóktir ráðstevnumánaðir, sigur hon.

 

Hon heldur ikki, at tey síggja tað stóra til nakra ógvusliga øking í ferðafólkatalinum, men hinvegin hevur Hotel Føroyar eisini økt um talið á seingjarplássum og kømurum.

 

- Eg haldi, at vit fyrst og fremst mugu broyta okkara egna hugburð, at tað ber til at selja kømur um veturin, hóast tað kanska er myrkt og regn. Ferðafólk eru eisini glað fyri at koma higar um veturin, várið og heystið, sigur hon.