- Tað koma alsamt fleiri ferðafólk til landið, og fleiri teirra velja at uppliva Føroyar við at koyra kring landið í bili. Hetta setur sjálvsagt krøv til infrakervið m.a. skelting og upplýsing um hvussu tað er at koyra í Føroyum.
Tað sigur Armgarð Steinhólm, ið er deildarleiðari fyri infrakervi á Landsverk, nú alsamt fleiri ferðafólk velja Føroyar sum ferðamál.
Tað hevur eisini sínar avbjóðingar, m.a. á landsvegum, har føroyskir myndugleikar mugu taka hædd fyri nógvu nýggju bilførarunum. Armgarð Steinhólm metir tó, at við rættari tilrættarlegging, so ber til at skipa viðurskiftini soleiðis, at tey eru góð fyri bæði ferðafólk og føroyingar.
- Sum heild kunnu vit siga, at við góðari planlegging og upplýsing, og við at gera ávís ferðafólkatiltøk á vegunum, ber til at fáa skipaði viðurskiftir umkring ferðafólk og ferðslu. Hetta minkar um vansarnar í ferðsluni, so tað bæði hjá ferðafólkunum og okkum føroyingum verður ein góð uppliving, at hava tey á vitjan í Føroyum, sigur deildarleiðarin.
M.a. hava útlendsk ferðafólk víst á, at tað kann vera torført at finna til tey ymisku støðini.
- Afturmeldingar frá ferðafólki í Føroyum vísa, at tað er ikki lætt at finna runt í Føroyum, tað manglar skelting bæði á landsvegum og í býum og bygdum. Landsverk hevur í nøkur ár arbeitt við at dagføra serliga gulu vegvísaraskeltini, og eru vit komin nakað áleiðis, men enn er nakað á mál, sigur Armgarð Steinhólm, og heldur fram.
- Eisini sakna ferðafólk at vit vísa á serlig útsýnisstøð og dvalarvikar, har til ber at seta bilin eina løtu, njóta útsýnið og taka myndir.
Í samband við seinna ynskið frá ferðafólkum er Landsverk farið í holt við at gera serligar vegir, har tað er betri pláss fyri, at ferðafólk kunnu steðga á og koyra seint.
- Landsverk hevur arbeitt við at gera serligar ferðafólkaleiðir - sóljuleiðir, sum er føroyska heitið fyri ferðafólkavegir. Tað eru landsvegir við lítlari ferðslu, har til ber at koyra spakuliga uttan at vera til ampa fyri trygdina, sigur Armgarð Steinhólm og greiðir víðari frá.
- Við hesar leiðir eiga við tíðini at vera gjørd dvalarvikar og útsýnisstøð. Á sóljuleiðunum ræður ikki bert um at koma fram, men eins nógv um at njóta ferðina og landslagið, tú koyrir ígjøgnum.
- Her kunnu ikki bara ferðafólk, men eisini føroyingar, koyra spakuliga og njóta koyritúrin og náttúruna, uttan at verða órógvaði av ferðsluni annars, ella eisini steðga á og fara úr bilinum, sigur deildarleiðarin, og upplýsir, at ferðafólk hava latið væl at hesum nýggja møguleikan at uppliva Føroyar.
Á Landsverk hava tey eisini fylgt gongdini í Íslandi, og lært av teimum avbjóðingunum, ið íslendskir myndugleikar hava av ferðafólkum. Tí hevur stovnurin gjørt ein film, ið tey hava heitt á ferðaskrivstovur, flutningsfeløg og onnur, ið hava við ferðafólk at gera, um at sýna har høvi er.
- Við m.a. teim avbjóðingum vit hava sæð við ferðafólkum sum koyra í Íslandi í huga, hava vit roynt at fyrireika okkum við at gera upplýsandi tilfar (film og faldara) til útlendsk ferðafólk, um hvørjar serligar avbjóðingar eru við at koyra í Føroyum. Hetta fyri at vísa á ferðslutrygd og rættan atburð í ferðsluni, sigur Armgarð Steinhólm og vísir m.a. á seyð á vegnum sum eitt fyribrigdi, ið útlendingar ikki kenna.
- Hóast føroyska vegakervið er væl útbygt og trygt, so eru fleiri ferðafólk óvon í føroysku ferðsluni og hava lítlar ella ongar royndir við teimum serligu fyribrigdunum, ið eru eyðkend fyri okkara ferðslu og ferðslukervi. Til dømis vansan við seyði á vegnum og einbreytaðum vegum og tunlum.
At enda nevnir deildarleiðarin eisini, at tað í næstum verður møguligt at lesa veðurtíðindini frá Landsverk á enskum, so at eisini útlendingar kunna lesa seinastu dagføringarnar um veðrið.
- Landsverk hevur í fleiri ár haft eina app, sum vísir støðuna á landsvegunum, m.a. veðrið, koyrilíkindir og kunngerðir. Hendan app’in er júst dagførd og verður í vár eisini gjørd við enskum teksti, soleiðis at útlendsk ferðafólk eisini kunnu nýta hana, at kunna seg um eitt nú veðrið, sigur Armgarð Steinhólm.