Útlendsku ferðafólkini, ið hava upplivað ólavsøkuna, hava øll verið púra burtur í føroysku tjóðarhátíðini sambært Theresu T. Kreutzmann, leiðara á Visit Tórshavn.
- Tey halda tað vera heilt vilt, og skilja ikki, at so nógv fólk í tjóðbúna fylla gongugøturnar. Fleiri teirra eru ógvuliga bergtikin av, at okkara mentanarspjøldur verða tikin fram soleiðis, sigur hon.
Tað er ikki soleiðis, at eitt ótal av ferðafólki leggur Føroyaferðina til rættis eftir ólavsøkuni, men tó eru summi, viðgongur leiðarin á Visit Tórshavn.
- Onkur leggur so ferðina til rættis eftir ólavsøkuni. Teir ólavsøkufaldararnir, sum eru týddir til danskt og enskt verða rivnir burtur, og vit mugu støðugt prenta fleiri. Nógv av útlendsku ólavsøkugestunum tykjast at brúka ólavsøkuna til veruliga at eygleiða føroysku mentanina, og tá er tað serliga er midnáttarsangurin, sum tey tosa nógv um. Tey hava neyvan upplivað so nógv fólk úr øllum landinum savnast um felagssang í serligum tjóðbúnum áður, sigur Theresa T. Kreutzmann.
- Nógv av ferðafólkunum eru ógvuliga røsk at taka myndir av býnum, fólkinum og ólavsøkuhýrinum, og tað kemur avgjørt okkum til góðar sum ferðamál. Sosialu miðlarnir røkka ógvuliga langt, og við forkunnugu myndunum, merkja vit eisini vaksandi áhuga. Eg haldi ikki, at vit hava havt so nógv at gera við ferðafólkum, sum júst í ár, sigur hon.










