Amerikanska ferðaskrivstovan Castaway Travel hevur funnið upp á nakað nýtt. Ferðafólkini skulu flúgva nakin.
Tann fyrsta ferðin av hesum slagnum var nú um dagarnar, tá felagið sendi 87 ferðafólk við einum flogfari úr Miami til meksikanska býin Cancun.
Alt var, sum tað átti at vera, tá ferðafólkini komu umborð og settu seg, og sum vanligt er, loystu tey eisini trygdarseðlarnar, tá flogfarið var komið nakað uppfrá. Men tað var ikki tað einasta, sum tey loystu. Aftan á trygdarseðlarnar loystu menninir buksureimina, og síðani lótu menn og kvinur seg úr hvørjum klodda. Ikki fyrr enn flogfarið skuldi seta seg aftur, lótu tey seg íaftur.
Donna Daniels, sum eigur Castaway Travel saman við øðrum, sigur, at ferðafólkini eru fólk, sum hava strævið arbeiði og tí líða av strongd. Tey eru eisini ævintýrarar, sum vilja vera frí í frítíðini. Ja, sjálvt ikki klæðini skulu forða teimum í fullkomna frælsinum, sigur hon.