Ferðafólkið tók tað púra róligt

Ferðafólkið við flogfarinum hjá Atlantsflogi, sum í gjárkvøldið noyddust at trygdarlenda í Bergen, tóku tað púra róligt

Trygdarlending
 
Ferðafólkini, sum vóru við flogfarinum hjá Atlantsflogi, sum aftur í gjárkvøldið noyddust at trygdarlenda í Bergen, tóku tað ógvuliga róligt.
- Sjálvandi hugsaði eg mítt, men tað var púra róligt í flogfarinum, sigur ein ferðamaður.
Hann sigur, at tey fingu at vita, at onki var at stúra fyri, men at tey kundu vænta eina harða lending og tey vóru tí biðin um at spenna seg væl.
Eisini hesuferð fær manningin rós frá ferðafólkunum fyri at duga serstakliga væl at vera um ferðafólkið.
Men ferðafólkið sigur, at tey hildu ikki, at lendingin í Bergen var ræðandi hørð, tó at hann kom eitt sindur hart niður á breytina.
Í Bergen stóð bjargingarlið og sløkkiliðsbilar til reiðar, men teimum var ikki brúk fyri, tí alt gekk upp á stás.
Tað gingu tó eini 10 minuttir, áðrenn ferðafólkið slapp úr flogfarinum, tí bremsurnar skuldu kólna fyrst.
Tá ið tey lendu, fór luftin úr tveimum av hjólunum, men tað var ikki tí at tey punkteraðu.
Tað er ein trygdarskipan, sum sleppur luftini úr hjólinum, tí ið tey verða ov heit, sigur Magni Arge
Tað  vóru 77 ferðafólk við flógfarinum og hýrurin var góður og eitt flogfar kom eftir teimum og fleyg til Føroyar, har tey komu mitt í nátt.
Ferðafólkið, sum vit hava tosað við, siga, at tað einasta, tey fýlast á, er, at fólk, sum var vesturi í Vágum og tók ímóti, fingu onki at vita, fyrrenn ein hálvur tími var farin.
- Tað einasta, sum hendi, var, at ljósið á vøllinum slóknað, uttan at nakað flogfar kom og tað gekk ein hálvur tími við óneyðugum nervøsiteti, áðrenn tey fingu nakað at vita.