Fram til 30. september í ár hava 339.656 ferðafólk ferðast um flogvøllin í Vágum. Tað er ein vøkstur upp á 13 prosent í mun til somu tíð í fjør.
Um vøksturin heldur á sum hann ger nú, so fara væntandi ein 425.000 fólk at ferðast um flogvøllin í ár í mun til 377.813 í alt fjør.
Vøkstur hevur verið í øllum mánaðum í árinum undantikið í mars mánaði, tá ið afturgongdin var 2,7 prosent. Hetta er helst, tí at páskirnar ikki falla í sama mánað hvørt ár.
Hyggja vit nærri eftir tølunum mánað fyri mánað, so síggja vit, at tølini býta seg í trý.
Ikki yvirraskandi eru tað ferðiumánaðirnir juli og august, at flest ferðafólk fara um flogvøllin. Tá fóru ávíkavist 63.788 og 51.717 ferðafólk um Vága Floghavn.
Tann næsti bólkurin av tølum, eru apríl, mai, juni, september og oktober. Teir mánaðirnar liggur talið av ferðandi millum 38.000 og 43.000.
Vert er at leggja til merkis, at vøksturin er størstur í mánaðunum í hvør sínum tíðarskeiði, apríl og september. Í apríl er vøksturin 24,1% og í september 16,4%. Tað sæst sostatt, at summartíðarskeiðið hjá ferðavinnuni er vorðið longri, so at tað nú er umleið sjey mánaðir.
Tann triði bólkurin er tíðarskeiðið november til mars. Tá liggur ferðafólkatalið millum 19.000 og 25.000 ferðandi, tað vil siga bara helvtin av tí, tað er í summartíðarskeiðnum.
Ferðavinnan og Visit Faroe Islands hava nevnt nakrar ferðir, at ein av stóru avbjóðingunum hjá teimum er vetrarmánaðirnir, tá ið ikki so nógv ferðandi koma higar.
Tølini avspegla, at hetta er støðan, men tað gleðiliga er eisini, at vøksturin er yvir alt árið.