Nú vit eru farin inn í seinnu helvtina av hesum árinum hava 54.395 fólk ferðast um flogvøllin í Vágum higartil í ár. Hetta er ein vøkstur í mun til somu tíð í 1996 uppá 4,7%.
Tað er á leið við tað vit høvdu roknað okkum fram til fyri 1998. Um hetta kemur at halda koma vit at nærkast teimum 125.000 ferðafólkunum og tað er met, sigur Finnbogi Niclasen, flogvallarstjóri í tíðindaskrivi.
Fyri veður hevur árið í ár roynst avbera væl við so at siga ongum avlýsingum ella seinkingum. Í nógvu ferðsluni nú í summar eru tað serliga tvey viðurskifti, ein bítur merki í, og tað er ferðslan um Vestmannasund við bíðurøðunum í Vestmanna og á Oyrargjógv. Og so tey trongu hølisviðurskiftini, sum eru í Terminalinum á flogvøllinum.
Nú tað sær út til, at eitt fast samband kemur um Vestmannasund, vil tað hjálpa uppá ferðsluna til og frá meginøkinum og restina av Føroyum. Í sambandi við Terminalviðurskiftini eru vit í holt við at gera eitt uppskot til eina um- og tilbygging, og verður arbeiðið liðugt seint í september. Miðjað verður ímóti at fara at byggja, um peningur verður játtaður, í ár 2000, sigur Finnbogi Niclasen.
Umrødda útbyggingin av Vága Floghavn bíðar eftir úrslitinum av tí, ið landsstýrið og danska Ferðslumálaráðið koma til.
Annars kann eg upplýsa, at tólini, sum vórðu nýtt til royndirnar við Glíðubreytini, framvegis eru á goymslu á flogvøllinum, og vit hava fingið loyvi til at hava útgerðina á goymslu árið út. Vónandi er avgerð til ta tíð tikin um, hvat síðani skal henda í Vágum, sigur Finnbogi Niclasen.