Fyrra hálvár í ár var ferðafólkatalið um Vága Floghavn tilsamans 97.854. Hetta er 10% fleiri enn fyrra hálvár í fjør, tá ferðafólkatalið var 88.952. Á høvuðsfarleiðunum, tað er á danmarkarleiðunum, hevur vøksturin verið 11,7%, skrivar heimasíðan hjá Vága floghavn.
Á bretlandsleiðunum hevur vøksturin verið 45,8%. Á farleiðunum til Noregs og Íslands hevur verið ein afturgongd svarandi til 42,7% og 5%.
Í juni fóru og komu tilsamans 24.206 ferðafólk um floghavnina. Hetta eru 13,2% fleiri enn í juni í fjør, tá talið var 21.384. Í juni stavaði meginparturin av vøkstrinum frá fótbóltslandsdystunum móti Italia og Skotlandi, eins og nakað av fólki hevur leitað sær á Oyggjaleikirnar á Rodos.
Fyrstu 6 mánaðarnar í ár eru 2.562 flogfør komin og farin um floghavnina. Hetta er 9,4% færri enn fyrra hálvár í fjør, tá 2.829 flogfør komu og fóru um floghavnina.
Í juni í ár eru 641 flogfør komin og farin. Hetta er 4,8% færri enn sama tíðarskeið í fjør, tá 673 flogfør komu og fóru um floghavnina.
Flogfarmurin fyrra hálvár í ár hevur verið 18,2% størri enn fyrra hálvár í fjør, meðan flogposturin í nøgd higartil í ár er á sama støði, sum í fjør










