Ferðafólkasigling á Vatninum

Á temadegnum um ferðavinnu, sum hildin varð í Vágum páskaaftan, varð boðað frá nýggjum tiltaki innan ferðavinnu. Sigling við ferðafólki á Sørvágsvatni

Sigling við ferðafólki á Sørvágsvatni er nýtt tiltak, sum væntandi verður farið undir í summar.
Á fundi um ferðavinnu í Vágum, sum varð hildin í Miðvági páskaaftan, greiddi Ólavur Poulsen úr Vatnsoyrum frá nýggjum tiltaki, hann er við at fyrireika. Talan er um ferðafólkasigling á Vatninum, sum tað lokalt verður nevnt i Vágum.
Ólavur Poulsen hevur ognað sær ein brúktan alibát, eina tvíkilju, sum hann fer at byggja omaná, soleiðis at hann burtur úr hesum skrokkinum fær ein ferðamannabát, sum siglandi er á Vatninum við. Fasta støðin hjá bátinum verður ætlandi flúgvarabedingin Niðri við Vatn. Ætlandi skal báturin kunna fyta 12 fólk í senn, greiðir Ólavur Poulsen frá.
Hann sigur, at hann metir, at møguleikarnar fyri at fáa hetta tiltakið at bera seg, skuldu verið rímiliga góðir. Næsti granni hjá Vatnsoyrum og flúgvarabedingini er flogvøllurin, og runt rokna fara eini 500 fólk dagliga framvið bedingini við ørindum á flogvøllinum, metir hann. At fingið nøkur teirra at steðga á og gjørt ein túr eftir vatninum, møguliga saman við fremmanndum gestum, átti ikki at verið heilt ómøguligt.
?Tey hava jú tikið dagin burtur úr álmanakkanum kortini, nú tey eru farin at ferðast. So hví ikki gera ferðina ordiliga minniliga, filosoferar hann.

Marknaðarføring
Ólavur Poulsen fer rímiligt at marknaðarføra hesa ætlanina uttanlands eisini. Yil tess krevst eitt navn, sum fremmandafólk skilja. Og tað navnið hevur hann fingið frá bretunum, sum vóru í Vágum undir seinna heimsbardaga. Teir nevndu heimbygd hansara, Vatnsoyrar, fyri Lakeside. Og so fer hann at skipa fyri ferðum undir navninum »Lakeside Sightseeing«.
Túrarnir, sum farið verður undir, fara í høvuðheitunum at verða gjørdir av flúgvarabedingini Út í Oyrar, sum sunnari endi á Vatninum verður nvndur. Lagt verður at har úti og so kunnu fólk spáka sær út á Bøsdalafoss. Ein túrur, sum tá bara tekur nakrar minuttir at ganga.
Haðani er eisini møguligt at síggja vestur við Sørvágsbjørgunum. Næstur er Geituskorardrangur og síðan sæst allan vegin vestur við landinum. Eisini heilt til Mykinesar. Hinumegin, eystanfyri, reisir Trælanípan seg upp frá Vatninum.

Friðaligt
Ólavur Poulsen leggur dent á, at tað verður einki herverk gjørt móti tí frálíka og friðsama staðnum, sum Oyrarnar eru. Bæði bátur og lendið har úti eru soleiðis skikkað, at ikki verður neyðugt at gera nakra atløgubrúgv ella líknandi fyri at sleppa í land. Hann setir bátin fram í sandin, og fólk spáka so turrskødd niðanfrá.
Hetta skal ikki vera nakar skjóttgangandi »racari«, men eitt far, sum fer at damla fram við landi, so fólk veruliga kunnu njóta tað, tey síggja, og sum ikki órógvar náttúruna, ferðast verður í.
Hann hevur tosað við eigararnar fram við Vatninum og hevur bara verið møttur við vælvild og stuðuli, sigur Ólavur Poulsen.
Báturin verður innilokaður, so fólk í øllum líkindum fáa sitið turr. Tað verður mest at líkna við at koma inn í ein buss ella flogfar, greiðir hann frá. Fólk koma inn og seta seg við borð, har tey so fáa okkurt lætt at leska seg við á túrinum. Tílíkt sum wc og slíkt, sum krevst, verður sjálvandi eisini umborð.
Báturin er í gerð í løtuni, greiðir Ólavur Poulsen frá. Hann skal síðan roynast og góðkennast av øllum avvarðandi myndugleikum, áðrenn farið verður undir rættiliga drift.