Ongantíð hava fleiri ferðafólk ferðast yvir flogvøllin í Vágunum sum í fjør. 162.917 ferðafólk løgdu í 2003 leiðina yvir Vága floghavn, og tekur hetta talið metið frá 2001. Tá var ferðafólkatalið uppi á 158.056. Ferðafólkatalið í 2002 var 156.895, so vøksturin í fjør var uppá 3,8 prosent.
Upplýst verður av flogvøllinum, at vøksturin stavar serliga frá leiðunum til og frá Stórabretlandi og Íslandi, meðan talið á Danmarkar leiðunum er óbroytt í mun til árið frammanundan.
Í desember mánaði í fjør fóru og komu beint undir 10.000 fólk um flogvøllin í mun til 9396 árið fyri. Hetta er ein øking í desember mánaði á 4,8 prosent.
Fyri 10 árum síðani var ferðafólkatalið niðri á 87.133 fólkum, og hetta talið er vaksið til 162.917 fólk í 2003. Hetta er ein øking, sum svarar til 87 prosent.
Ein lítil afturgongd hevur verið í flogferðsluni tó. Í 2003 komu og fóru 5217 flogfør í mun til 5280 í 2002.