Ferðafólk vilja síggja hval

Hvalaskoðan er við at gerast ein týðandi partur av íslendsku ferðavinnuni. Altsamt fleiri ferðafólk vilja sleppa at síggja livandi stórhval. Morgunblaðið skrivar, at felagið Norðursiglingar hevur ongantíð havt so nógv at gera sum í ár, og tað sama sigur eitt annað felag, sum eisini siglir við ferðafólki, sum vilja sleppa at eygleiða stórhval á sjónum.

Tey bæði feløgini høvdu átta skip og bátar siglandi í summar, og annað teirra hevur gjørt av at keypa eitt skip afturat til siglingina næsta ár.

Tíðin at skoða stórhval í Íslandi er frá hálvum apríl til hálvan oktober.